Klæmint og Beinir fingið landsliðsboð
| |

Klæmint og Beinir fingið landsliðsboð

Mánadagin var landsliðsúttøka. Håkan Ericson tók út teir 23 leikararnar, sum skulu í dyst móti Moldova og Norðurmakedónia seinni í mánaðinum. Millum leikararnar var okkara Klæmint A. Olsen, sum í løtuni er útleigaður til íslendska Breiðablik. Klæmint er um reppið at fáa metið sum tann leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Nú…

Venjing og hugni við Løkin
| |

Venjing og hugni við Løkin

Í kvøld, mánakvøldið 20. feburar, verður aftur skipað fyri hugnaløtu í samband við venjingina á vøllinum. Damurnar í Kiosktoyminum siga, at seinast gekk tað ómetaliga væl, og væl av fólki møtti til løtuna. Í samband við venjingina í kvøld, mánakvøldið 20. februar, bjóða tær tí aftur ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18….

Tilmeldingardagur
| |

Tilmeldingardagur

Tað liggur í heitinum, at eitt limafelag verður skapt av limum. Seinnu árini er meira og meira gjørt burturúr at markera byrjanina av fótbóltsárinum, og í ár verður tað størri enn nakrantíð áður! Skipað verður fyri kappingum, spølum, tónleiki og øðrum, soleiðis at øll í og kring NSÍ kunnu koma og hugna sær, samstundis sum…

Lekin er tettur, og skipið er komið á rættkjøl
|

Lekin er tettur, og skipið er komið á rættkjøl

Hóskvøldið hevði NSÍ regluliga aðalfundin í hølum felagsins. Áleið 40 limir høvdu leita sær á fundin, sum eftir vanligu formalitetirnar byrjaði við formansfrágreiðingini. Karstin staðfesti, at hóast útlitini vóru døpur og kreppukend, tá verandi nevnd tók við í oktober, eru tingini nú stabiliserað, og so smátt ber til at byggja upp av nýggjum. Lekin er nú…

Aðalfundur felagsins hóskvøldið kl. 19

Aðalfundur felagsins hóskvøldið kl. 19

Mint verður á, at aðalfundurin hjá NSÍ verður í NSÍ-hølinum hóskvøldið 9. februar kl. 19. Áðrenn fundin er møguligt at avrokna limagjaldið fyri 2023. Skrá:Val av fundarstjóraVal av skrivaraFramløga av formansfrágreiðinginiGrannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktarMøgulig uppskot frá nevndiniInnkomin uppskotYmiskt Eftir aðalfundin verður ókeypis súpan og drekkamuður. Møti fjølment!