| |

Venjing og hugni við Løkin

Í kvøld, mánakvøldið 20. feburar, verður aftur skipað fyri hugnaløtu í samband við venjingina á vøllinum. Damurnar í Kiosktoyminum siga, at seinast gekk tað ómetaliga væl, og væl av fólki møtti til løtuna. Í samband við venjingina í kvøld, mánakvøldið 20. februar, bjóða tær tí aftur ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hetta er eitt fínt høvi at fáa eitt gott NSÍ prát saman við einum heitum munni, og fáa fyrstu metingarnar gjørdar fyri fótbóltsárið, ið stendur fyri framman. Fyrsti dysturin er longu 4. mars, tá okkara á heimavølli taka ímóti grannunum úr B68.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi