Oddur heldur fram í gulum!
|

Oddur heldur fram í gulum!

Verjuskansin Oddur Árnason Højgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ. Oddur er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at…

Dion verður gulur!
|

Dion verður gulur!

NSÍ fær tilgongd av enn einum leikara. Talan er um roynda álopssinnaða miðvallaran Dion Splidt. Dion er 33 ára gamal. Hann hevur spælt 156 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað 24 mál. Tað hevur stóran týdning í einum menningarumhvørvi, at talan er um eina hóskandi blanding av royndum leikarum og ungum evnaríkum leikarum….

Sterka venjaratoymið er sett!
| |

Sterka venjaratoymið er sett!

NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen, var greiður í síni røðu á aðalfundinum hjá NSÍ. Frammanfyri omanfyri 100 trúgvum NSÍ-viðhaldsfólkum gjørdi hann greitt, at NSÍ skal endurreisast sum skjótast og á einum tryggum fundamenti. Ein nýggj nevnd hevur skipað seg, hópurin er við at koma uppá pláss, og venjaratoymið hevur longu verið í gongd eina tíð. Talan er…

Til lukku, Bagge!
| |

Til lukku, Bagge!

Í dag, 27. januar, fyllir høvuðsvenjarin hjá monnunum hjá okkara, Sámal Erik Hentze, vanliga nevndur Bagge. Hetta er onnur ferðin, at Bagge er venjari í felagnum. Í 2018 rukku vit einum 2. plássi, spældu spennandi og málríkar dystir móti Hibernian í Skotlandi, har vit samanlagt taptu 12-5. Bagge kom til undir heilt øðrum umstøðum mitt…

Venjing og hugni við Løkin
|

Venjing og hugni við Løkin

Kavin sær fyribils út til at sleppa takinum, vøllurin er aftur grønur, og hann lovar hampiligt veður mánakvøldið. Damurnar í Kiosktoyminum boða frá, at í samband við venjingina hjá bæði monnunum og kvinnunum mánakvøldið 23. januar, bjóða tær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt fínt…