|

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri. Í 1. deildardystinum millum HB og NSÍ hósdagin 4. mai var ein keðilig hending, sum tíverri endaði við álvarsomum skaða á ungan HB leikara.

Tá áleið 70. min eru farnir, takklar okkara Betuel Hansen unga HB’aran, Jónas D. Samuelsen. HB’arin verður liggjandi, og tað vísir seg at verða álvarsamt beinbrot.

Jónas er einans 16 ára gamalur. Talan er um ungan og sera evnaríkan leikara, sum fótbólts-Føroyar kann vænta sær nógv av komandi árini. Jónas hevur verið við í U17 hópinum hjá Føroyum og fekk fyrstu minuttirnar har fyri góðum ári síðani. Dysturin móti okkum var bert triði landskappingardysturin hjá Jónasi, sum nú fekk eitt bakkast í stóru menningini.

Hóast tað tykist tungt í løtuni Jónas, so skal tú vita, at vit í NSÍ leguni hugsa um teg, og vit eru ikki í iva um, at tú fer at koma sterkari aftur.

Í gjár var Betuel saman við NSÍ-formanninum framvið hjá Jónasi við einari lítlari heilsan frá felagnum. Har fingu teir eitt gott prát, og kunnu vit gleðast um, at tađ eftir umstøðunum gongur Jónasi væl.

Líknandi tíðindi