Tilmeldingardagur
Tað liggur í heitinum, at eitt limafelag verður skapt av limum. Seinnu árini er meira og meira gjørt burturúr at markera byrjanina av fótbóltsárinum, og í ár verður tað størri enn nakrantíð áður!
Skipað verður fyri kappingum, spølum, tónleiki og øðrum, soleiðis at øll í og kring NSÍ kunnu koma og hugna sær, samstundis sum lima- og luttøkugjaldið fyri komandi árið verður avgreitt.
Umboð verða á staðnum at hjálpa til at melda til umvegis Spjaldur-skipanina.
Vælkomin á tilmeldingardag 26. februar ’23 í Bylgjuni!
