| |

Klæmint og Beinir fingið landsliðsboð

Mánadagin var landsliðsúttøka. Håkan Ericson tók út teir 23 leikararnar, sum skulu í dyst móti Moldova og Norðurmakedónia seinni í mánaðinum. Millum leikararnar var okkara Klæmint A. Olsen, sum í løtuni er útleigaður til íslendska Breiðablik.

Klæmint er um reppið at fáa metið sum tann leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Nú fær hann so møguleikan aftur, tí næstu ferð hann skorar, tekur hann metið.

Hin leikarin, sum hevur fingið landsliðsboð, er 19 ára gamli Beinir Nolsøe. Tað er Heðin Klakstein, landsliðsvenjari, sum saman við Atla Gregersen hevur tikið út 25 leikarar út til venjingarlegu hjá U21. Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina.

Vit ynskja liðunum blíðan byr

Líknandi tíðindi