|

Ungir leikarar fingið sáttmála!

Eitt eyðkenni hjá NSÍ hevur altíð verið, at vit framleiða nógvar ungar og spennandi leikarar. Fleiri eru profilar í øðrum feløgum, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Tveir av leikarunum í næstu bylgjuni av góðum leikarum úr egnum felagi eru Teitur Knudsen og málverjin Jón Petur Martinson Thomsen, báðir av Glyvrum. Talan er um tveir sera spennandi 17 ára gamlar leikarar, sum hava roynt seg bæði á U15 og U17 landsliðunum. Báðir eru ætlaðir sum framtíðar leikarar í NSÍ, sum vit vænta okkum heilt nógv av.

Til lukku við sáttmálanum Jón Petur og Teitur!

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi