|

Vesputátturin 06-04-2023

Árið 2023 verður eitt øðrvísið ár fyri áskoðarar við Løkin. Leygardag ella -kvøld koma teir næstbestu hjá HB, B36, Víkingi og B68 og onnur á vitjan. Seinastu árini hevur NSÍ kappast um at europapláss, og tað hevur eyðnast. Men í 2022 gekk ikki væl í hond. Alt sum kundi ganga galið, gekk galið.

Men er tað nú so galið hóast alt? Óansæð hvussu spældi av í fjør, hevði NSÍ í ár stríðst fyri lívinum at bjarga sær í deildini. Um NSÍ var verandi í deildini, hevði veturin verið brúktur til at finna pengar og leikarar, fyri at hava eitt nøkunlunda trygt støði við kappingarbyrjan.

Ongin ynskir at flyta niður. Men tað hevur absolut nakrar fyrimunir í allari neyðini:
Nýggir persónar hava sett seg á odda fyri felagið og eru farnir fúsir til verka. Tað sum man hevur hoyrt og sæð av ”síðulinjuni”, lovar gott fyri framtíðina. 

Fleiri fólk vilja helst eisini bjóða seg fram við sjálvboðnum arbeiði, tí árið í fjør var eitt ”wake-up call”. Felagið hevur brúk fyri uppbakningi – frá áskoðarum, venjarum, hjálparfólki og sjálvboðnum annars.

Lokalir leikarir mennast, tí tað verður ikki keypt inn av nýggjum leikarum á sama hátt, sum um felagið var í bestu deildini. Trivnaðurin og hugurin verður betri, tí tað verða fleiri succesupplivingar enn í fjør.  Men onki kemur av sær sjálvum – tað vísti fyrsti dysturin móti rutineraðu toftamonnunum. 

At byggja frá grundini er ofta besta fundamentið og stabilitetur fyri framtíðina. 

NSÍ hevur altíð klárað seg væl í ungdómsdeildunum, hóast hetta hevur manglað eitt sindur seinnu árini. Umstøðurnar kring Løkin gerast betri og betri og ítróttarumhvørvið við Skálafjørðin veksur. Skjótt kemur ein svimjihøll, og tá fara enn fleiri børn og ungdómar at velja sær svimjing sum ítróttargrein. Eisini fimleikur og hóndbóltur hava nógvar aktivar limir, so útboðið til børnini verður bara breiðari í framtíðini. Hetta krevur eina samskipan millum ymsu ítróttarfeløgini í kommununi. Børn skulu hava loyvi at fáast við fleiri ítróttargreinar. Verður hetta ikki samskipað, mugu børnini velja hvørja ítróttargrein tey fyritrekkja. Tá verða øll taparar. 

Fyri NSÍ er aðalmálið at fáa børn at spæla fótbólt. Hetta ger felagið við góðum umstøðum og góðum venjarum og fólki annars runt felagið. Men fyri at verða mett sum eitt gott felag, skal tað verða rúmligt. Rúmligt merkir, at NSÍ eisini skal rúma at børn og ungdómar fáast við annan ítrótt. Tað vendir sanniliga eisini báðar vegir. Tí er samstarv millum ítróttarfeløgini í økinum jaligt.

Rúmligheit, samstarv og gott fólk í felagnum – so er vón fyri framman.

Við vón um eitt væl eyðnað fótbóltsár.

/Bjartur Nolsøe

Líknandi tíðindi