NSÍ hevur sett stjóra
|

NSÍ hevur sett stjóra

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ. Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari…

Ein heilsan til Jónas
|

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri. Í 1. deildardystinum millum HB og NSÍ hósdagin 4. mai var ein keðilig hending, sum tíverri endaði við álvarsomum skaða á ungan HB leikara. Tá áleið 70. min eru farnir, takklar okkara Betuel Hansen unga HB’aran, Jónas…

Flaggdagshald í Runavík
| | |

Flaggdagshald í Runavík

Týsdagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald við Skótahúsið við Løkin. Um veðrið ikki er til vildar, verður haldið í Skótahúsinum. Heitt er á øll ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og síðan fer skrúðgongan niðan til Skótahúsið við Løkin, har Bjørt Samuelsen kemur at bera fram røðu. Vónandi síggjast nógvir…

Venjing og hugni við Løkin
| |

Venjing og hugni við Løkin

Í kvøld, mánakvøldið 20. feburar, verður aftur skipað fyri hugnaløtu í samband við venjingina á vøllinum. Damurnar í Kiosktoyminum siga, at seinast gekk tað ómetaliga væl, og væl av fólki møtti til løtuna. Í samband við venjingina í kvøld, mánakvøldið 20. februar, bjóða tær tí aftur ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18….