Sjavsur í NSÍ hølinum
|

Sjavsur í NSÍ hølinum

Góðar kreftir í og kring felagið boða nú frá, at framyvir verður skipað fyri sjavskapping mikukvøld kl. 19 í NSÍ hølinum. Í mong ár var sjavsur fastur táttur í NSÍ kjallaranum, har fólk komu saman til hugna, kortspæl og ein drekkamunn, og okkurt reypi mundi eisini verða. Hetta er ein týðandi partur av felagsskapinum kring…

Jákup Mortensen settur høvuðsungdómsvenjari
| |

Jákup Mortensen settur høvuðsungdómsvenjari

So hvørt uppgávur verða loystar, og flugubein verða sett, ber til at leggja afturat og byggja víðari. Eitt stórt flugubein er hervið sett, tí vit hava tryggja okkum høvuðsungdómsvenjara næstu trý árini. Jákup Mortensen. Navnið kenna vit øll. Abbin sáli, navnin, er heiðurslimur, og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápan…

Framtíðin hjá Klæminti komin uppá pláss
| |

Framtíðin hjá Klæminti komin uppá pláss

Klæmint leingir sáttmálan við NSÍ – og verður útleigaður til íslendsku meistararnar. Mest skorandi leikarin nakrantíð í føroyskum fótbólti hevur skrivað undir tvær nýggjar avtalur. Avtalan við NSÍ verður longd til 2024, og síðani verður Klæmint leigaður út til íslendska meistaraliðið Breiðablik næsta kappingarár. Tað hevur verið prátað nógv um framtíðina hjá Klæminti, ið nú…

Sara Samson Lamhauge til NSÍ

Sara Samson Lamhauge til NSÍ

Vit kunnu í kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi leikara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur leikt síðan 2016. Síðan 2015 hevur Sara umboðað øll landsliðini, og eitt skifti var Sara í Italia og spældi…

Bakkafrost Cup 28.-29. des

Bakkafrost Cup 28.-29. des

Stóra innandurakappingin Bakkafrost Cup verður hildin í Bylgjuni í Runavík í døgunum 28.-29. desembur. Fyrra dagin spæla yngru liðini, og seinna dagin eldru liðini og vaksin. 5 leikarar eru á hvørjum liðið. U13 og yngri kunnu hava ein eykaleikara. Nummar 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Kostnaðurin fyri hvørt liðið er kr. 400,- Seinasta freist…

Steffan A. Løkin: ’Gott at vera heima aftur!’

Steffan A. Løkin: ’Gott at vera heima aftur!’

Eftir tvey ár í útlegd er tann burturvilsti sonurin komin heim aftur til gula felagið við Løkin.  Steffan Abrahamsson Løkin hevur í dag skrivað undir ein 2-ára sáttmála við barndómsfelagið NSÍ! Í stuttari samrøðu við heimasíðuna hjá NSÍ sigur 22-ára gamli Steffan Abrahamsson Løkin, at hann gleðist um at vera heima aftur. NSÍ er í…