Djóni Nolsøe Joensen: – Glyvra-plen, okkara paradís á jørð!
Komin í 40’ini er ikki frítt, at tankar mangan leita aftur har til sum alt upprunaliga byrjaði. Har sum ein vaks upp og lunnar blivu lagdir undir vaksnamanna tilveruna. Tá eg vaks upp á Glyvrum í byrjanini av 70’unum og 80’unum virkaði tað uppá meg sum um, at heimurin ikki var størri og rakk longri…