Vinnarin er funnin
Lutaseðlar vórðu seldir á Eystanstevnuni í samband við stevnudystin millum NSÍ og Víking. Heldigi vinnarin hevur ognað sær eina Iphone 5s. Vinningurin er avheintaður. NSÍ takkar fyri stuðulin.
Lutaseðlar vórðu seldir á Eystanstevnuni í samband við stevnudystin millum NSÍ og Víking. Heldigi vinnarin hevur ognað sær eina Iphone 5s. Vinningurin er avheintaður. NSÍ takkar fyri stuðulin.
2. hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður í kvøld kl. 18.30. Eystanstevnan verður komandi vikuskiftið, men longu nú eru parkeringsviðurskiftini kring ítóttarøkið við Løkin sera ávirkað av hesum, og tað er avmarkað hvat er tøkt av vanligu parkeringsplássunum. Tí vilja vit vísa til onnur økir, eitt nú aftanfyri Runavíkar skúla, við Skótahúsið við Løkin, Barnagarðin…
Heimasíðan kann hervið kunngerða, at NSÍ hevur gjørt avtalu við tveir nýggjar leikarar, sum báðir eru gamlir kenningar í felagnum. Fyrri leikarin er Høgni Madsen, ið fyri kortum gjørdist leysur av B36. Høgni var í 2009 ein partur av felagnum, og leikti tá 15 dystir. – Hann er ein hart arbeiðandi leikari, ið við sínum…
Annan dystin á rað ímóti KÍ í Djúpumýru varð einki betur enn tann fyrri, tá um úrslitið ræður. Vit virkaðu til at byrja betur enn seinast, og tá fyrri hálvleikur var liðugur, var støðan “bert” 1-0. Málið kom eftir brotsspark. Í seinna hálvleiki sóu vit aftur nógv av tí sama, ið vit sóu seinasta dyst….
Fyrra hálvfinalan varð leikt í Klaksvík hóskvøldið. Vit fingu eina dreymabyrjan, tá Pól Jóhannus longu eftir 7 min kundi leggja NSÍ á odda. Nógv meira gott er ikki at rapportera frá dystinum fyri okkara viðkomandi. KÍarnir vóru sera aggresivir, og vunnu nærdystir í luftini sum niðri á vøllinum, og virkaðu at verða sterkari á øllum…
Undirritaðið mátti í dag taka til takkar við at vera sofa-fjeppari. Kringvarpið vísti tó dystin beinleiðis, so málveitslan í Gundadali kundi, hóast sofuna, njótast til fulnar! Vespurnar gjørdu av fyrstan tíð innrás í Gundadalinum, og í dagsins sera góða veðrið komu tær so sanniliga til lívs aftur! NSÍ legði væl betur fyri, og lá høgt…
Ikki fyrrenn í evstu løtu eydnaðist tað okkara at fáa hol á. Og hvør annar enn Kaptain Klæmint, sjálvandi! Liðið ímóti Skála: Fyri aðruferð í ár vóru vit vertir fyri kommunaluppgerðini ímóti Skála. Dysturin hevði í síni heild ikki nógvar málmøguleikar at bjóða uppá. Skála vardi enn einaferð sera væl, og vóru væl skipaðir á…
Ein javnur dystur ímóti ÍF endaði við, at okkara vunnu ein rímuliga tryggan sigur. Eftir venjaraskiftið, har legendan Jákup Mikkelsen hevur tikið við stýrisvølinum, hevði ÍF vunnið tveir dystir, og kundu tí væntast at geva góða mótstøðu. Liðið ímóti ÍF: Ein fyrri hálvleikur, har ferðin á spælinum ikki var tann nógva, vóru hendinga málmøguleikar til…
Lutakastið hevur verið í 3-2 kvøld. Mótstøðan hjá okkum gjørdist KÍ. Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis: 1/2 finala, fyrri dystur, 25. mai: KÍ – NSÍ 1/2 finala, fyrri dystur, 26. mai: Skála – Víkingur 1/2 finala, seinni dystur, 15. juni: NSÍ – KÍ 1/2 finala, seinni dystur, 16. juni: Víkingur – Skála Leggjast kann afturat, at…
Steypadysturin í dag gjørdist ikki á nakran hátt ein spennandi uppliving, men gjørdist meira at kalla ein avgreiðsluspurningur. Okkara vóru í kontrol av dystinum frá fyrsta bríksli, og ígjøgnum allan dystin hevði EB/Streymur stórt sæð ikki ein einasta møguleika á málið hjá NSÍ. Liðið sá í dag soleiðis út frá byrjan: Vit høvdu bóltin…
Ongar vørur eru í kurvuni