András og Jann Ingi – dagsins menn móti B68 og B36

Eftir dystirnar móti B68 og síðan B36 hava tit havt høvið at velja dagsins mann í teimum báðum dystunum. Fyrru atkvøðugreiðsluna gjørdust stóru profilarnir báðir, tvímálsskjúttin Jann Ingi Petersen og brotsparksbjargarin, András Gángó, púra javnir við 36% (94 atkv.) í part. Tað gekk ógvuliga javnt á millum András og Jann Inga í atkvøðugreiðsluni. Og hetta…

Jústinus á landsliðið!

Nógvir leikarar hava givið avboð til dystin móti Estlandi. Týsdagin var tað Súni Olsen, og í dag hava tríggir leikarar afturat boðað frá, at teir ikki kunnu koma við. Atli Danielsen, Høgni Zachariasen og Vagnur M. Mortensen hava av ymiskum orsøkum allir verið noyddir at geva avboð. Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tí úttikið Hendrik Rubeksen…

Søtur sigur við Løkin: NSÍ-B36 4-3

Við uppibornum sigri á B36 við Løkin í kvøld varðveitir NSÌ oddastøðuna í Vodafonedeildini. Veðurlíkindini til fótbóltsdyst vóru góð. Sirm og eitt lítið lot longs eftir vøllinum. NSÌ stillaði upp við Gango í málinum, Johan og Jens í miðverjuni, Einar og Jonhard á bakkunum, Jústines og Jann Ingi sentralt á miðjunu, Jann Martin og Heðin…

NSÍ – fimm á landsliðið!

Til landsdystin móti Estlandi 11. august hevur landsliðsvenjarin Brian Kerr úttikið ikki færri enn fimm NSÍ’arar. Teir eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi og Christian Høgni. Hópurin er annars hesin: -Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur M. Mortensen, Rógvi Poulsen, Tórður Thomsen úr HB -Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen, Christian Høgni…

Spennandi grannadystur endaði við heimasigri: NSÍ-B68 2-1

Grannadysturin í kvøld millum NSÍ og B68 varð spældur í fínum fótbóltslíkindum. Púra stilt og passaligur hiti. Fitt av fólki hevði leitað sær til Løkin at síggja grannauppgerðina. Hesir dystir plaga vanliga at vera spennandi og javnir og enda ofta við javnleiki. NSÍ stillaði upp við Gango í málinum, Jens og Einar í miðverjuni, Heðin…