Chr. Høgni og Karoly – dagsins menn móti Gefle IF


Síðani Europa League dystirnar móti Gefle IF í Havn 1. juli og í Stockholm 8. juli, hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystunum.

Fyrru atkvøðugreiðsluna vann Christian Høgni við 18% (35 atkv.) av teimum 192 givnu atkvøðunum. Honum á baki komu Jann Ingi við 17% (33 atkv.) og Karoly við 10% (19 atkv.)

Christian Høgni fekk ivaleyst heiðurin fyri sín virkna leiklut í uppspælinum hjá NSÍ, sum so nærum gav úrslit í fyrra dystinum móti Gefle IF.

Seinnu atkvøðugreiðsluna vann Karoly við 23% (46 atkv.) av teimum íalt 204 givnu atkvøðunum. Jann Ingi varð nummar tvey við 16% (33 atkv.), og András nummar trý við 9% (19 atkv.).

Karoly varð skiftur inn og megnaði við seinasta skotinum í dystinum at skora eitt gott mál á útivølli.

Vit ynskja Christian Høgna og Karoly hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti B68 í kvøld.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

Líknandi tíðindi