|

Úr skotgrøvini: Steinbjørn V. Olsen, AB

Undan dystinum í morgin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Steinbjørn V. Olsen. Navn og aldur? Steinbjørn V. Olsen, 37 ár. Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum? Eg spældið í fjórðu deild, sum tað æt tá, var bakkur og onkuntíð í málinum. Tín yndisleikari hjá AB? Ja, Eystein…

Bogi Løkin til NSÍ!

Bogi Løkin, sum seinasta árið hevur verið í Danmark í lestrarørindum, kemur heim og verður partur av hópinum hjá NSÍ restina av kappingarárinum. Bogi hevur seinastu tíðina spælt við Frem, men hava teir sum kunnugt havt tað strævið í deildini, og er avgerðin nú fallin um, at teir flyta úr næstbestu deildini. Tað gleðir okkum,…

NSÍ skal møta Gefle IF

NSÍ skal møta Gefle IF

Lutakast hevur verið um fyrstu tvey umførini í Europa League í Nyon í dag. NSÍ skal møta svenska liðinum Gefle IF í fyrsta umfari, ið verður leikt á ovara vølli í Gundadali hósdagin 1. juli og á Råsunda leikvøllinum í Stockholm hósdagin 8. juli. Gefle IF kvalifiseraði seg til kappingina vegna Fair Play, t.v.s. at…

Fantastiskur Eystanstevnudystur og staðfesting av oddastøðuni: NSÍ-HB 2-0

Karmarnir um oddadystin í Vodafonedeildini millum NSÍ og HB við Løkin í kvøld vóru frálíkir. Góð fótbóltslíkindi og sera nógv fólk var møtt upp, og okkara gulu fjepparar við Guliganz á odda settu veruliga sín dám á allan dystin á tamb. Sera gott at hava ein slíkan uppbakking runt um okkara dreingir. Haldið áfram. Liðstillingin…

|

Eystanstevnan sett í dýrdarveðri

Fyrr í kvøld varð Eystanstevnan sett. Veðrið var av tí allarfagrasta. Ein karnevalsgonga kom á økið við Býráðsskrivstovuna. Hópurin av ungum fólki vóru í gonguni. Onkur vóru ílatin klæðir, ið líktust teimum í filminum Grease. Onnur vóru í ítróttarbúnum. Nes Sóknar Musikkfelag spældi, og Bárður Kass Nielsen flutti fram røðu. Niðanfyri eru nakrar myndir frá…