András – dagsins maður móti EB/Streymi

András heldur stílin. Síðani 1-1 dystin móti EB/Streymi við Margáir seinasta mikukvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Eins og seinast valdu tit frálíka málmann okkara, András, til dagsins mann við 45% (81 atkv.) av teimum 181 givnu atkvøðunum. András hevði nógvar frálíkar bjargingar bæði í einum, fyri okkara viðkomandi, heldur…

Vit fylgjast út á Svangaskarð í annaðkvøld!

Tað verður farið um skarðið! Í morgin spælir NSÍ ein sera týðandi dyst móti grannunum fyri vestan – B68. Fyri uttanveltað snýr hesin dysturin seg kanska um stig á stigatalvuni. Men í annaðkvøld klokkan 18 verður stigatalvan løgd til viks eina løtu. Hesin dysturin hevur nógv meiri at siga enn nøkur stigatalva. Á skránni er…

Javnt oddabrak: EB/Streymur-NSÍ 1-1

NSÍ hevur í kvøld spælt javnt 1-1 móti EB/Streymi við Margáir. Málið hjá okkum skjeyt Árni Frederiksberg seint í seinna hálvleiki. Byrjunaruppstillingin líktist nøkulunda henni, sum vit hava sæð nógvar teir seinastu dystirnar: András, Jónhard, Jens, Jóhan, Einar, Bogi, Jústinus, Jann Ingi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum vóru Kristian, Per, Erland, Debes og…

|

Stórur familjudagur í Runavík

Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Rúnavík. Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúkað, og kl. 10.00 verður bjóðað til ókeypis morgunmat við ítróttarhøllina.   Kl. 11.00 letur stóra hoppilandið upp, vit fylla…

András – dagsins maður móti EB/Streymi

Síðani 0-0 dystin móti EB/Streymi við Løkin seinasta fríggjakvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Toppskorari hesuferð gjørdist okkara aftasti skansi András við 24% (51 atkv.) av teimum 215 givnu atkvøðunum. András hevði sum altíð fleiri avgerandi bjargingar. Teir báðir stríðsmennirnir á miðvøllinum, Jústinus og Jann Ingi gjørdust nummar tvey og…

Seks NSÍ'arar á landsliðið

Brian Kerr hevur úttikið landsliðið til dystirnar móti Serbia 3. september á Tórsvølli og móti Italia í Firenze 7. september. Fyri NSÍ er tað gleðiligt at síggja, at heili seks NSÍ’arar eru á landsliðinum. NSÍ er sostatt liðið við flest landsliðsleikarum. Okkara menn á landsliðinum hesaferð eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi, Jústinus og Christian…

Javnleikur í tøttum dysti: NSÍ – EB/Streymur 0-0

Toppdystur var við Løkin í kvøld ímillum NSÍ og EB/Streym. Hettar var ein sera týdningarmikil dystur fyri báðar partar. Fyri NSÍ var tað umráðandi ikki at tapa dystin fyri at halda tørn í oddinum, og sundalagsmenn skuldu helst vinna dystin um teir ætla sær heilt uppá toppin. NSÍ-liðið var mannað eins og tað hevur verið…

Christian Høgni – dagsins maður móti B71

Síðani 6-1 dystin móti B71 seinasta sunnudag hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Hóast liðið alt spældi sum ein dreymur, varð liðskiparin og tvímálsskjúttin Christian Høgni greitt valdur til dagsins mann við 34% (67 atkv.) av teimum 195 givnu atkvøðunum. CHristian Høgni var sum ikki einaferð sera eyðsýndur í álopsspælinum, bæði…