|

Fjepparin: Diana L. Nielsen


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Diana L. Nielsen.

Navn?
Diana L. Nielsen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, tað havi eg. Við miðlinjuna, har sum allar konurnar sita. Har fær man rópt eitt sindur.

Spældi tú sjálv, og hvar?
Eg haldi ikki, at tað var nakar kvinnufótbóltur, tá eg var yngri.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Beiggi mín sparkaði sum yngri – tað hevur nokk givið mær áhuga. Men eg haldi, at eg altíð havi verið spent.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Liðið er sum heild so sera gott í løtuni, at tað er vónleyst at taka nakran ávísan burturúr rúgvuni.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá vit blivu føroyameistarar, og tá vit blivu steypavinnnarar á ólavsøku.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Tað er tann góði moralurin. Teir vísa seg at vera so góðir við hvønn annan og spæla sum eitt lið.

Í morgin møta vit B71?
Teir eru sera ringir at døma um. Teir kunnu vera truplir sera truplir at spæla móti.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum NSÍ og B71?
Eg hopi, at vit vinna. Seinast vunnu vit 2-0. Lat meg siga 3-1 til okkara. Tað hevði verið gott við nøkrum málum fyri málúrtøkuna.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Mildrid Hentze.

Líknandi tíðindi