Christian Høgni – dagsins maður móti FC Suðuroy

Síðani 1-1 javnleikin móti FC Suðuroy sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Tit valdu Christian Høgna, liðskipara og málrev, til dagsins mann við 20% (29 atkv.) av teimum 144 givnu atkvøðunum. Christian Høgni fann málið aftur í dystinum og var eyðsýndur í stóra trýstinum, sum so nær gav okkum øll…

Ein javnleikur, eitt stig og eitt stig fremst

NSÍ leikti seinnapartin 1-1 javnleik móti FC Suðuroy í Vági. Christian Høgni skjeyt okkara mál tíðliga í dystinum, meðan FCS javnaði við beinleiðis frísparki beint undan hálvleik. Fitt av viðhaldsfólki var farið suður um fjørð við Regina Baltica. Og fleiri okkara kendu tað á okkum, at í dag fór at bragda. Hetta hóast FC Suðuroy…

|

NSÍ FORMAÐURIN 40 ÁR

Formaðurin í NSÌ, Sølvi Reinert Hansen fyllir 40 ár í dag. Sølvi er burturstaddur uttanlanda í arbeiðsørindum, men hann sigur at besta føðingardagsgávan er ein sigur á ÌF mánakvøldið. Vit í NSÌ vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 40 ára degnum og takka tær fyri fyrimyndarligt gott arbeiði og samstarv síðan tú tókst við formannsstarvinum…