|

Fjepparin: Marita Joensen


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Marita Joensen, sum ávegis til stóra fótbóltskapping niðri (tað er nokk sonurin Eli, sum skal spæla og ikki Marita sjálv) var so beinasom at svara okkum.

Navn?
Marita Joensen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Ja, nøkulunda. Eg komi ofta nakað seint og selji lutaseðlar, men eg royni at finna mær eitt stað tætt við kioskina, har sum NSÍ-konurnar sita og rópa.

Spældi tú sjálv, og hvar?
Tað var eingin fótbóltur fyri gentur, tá eg var barn, men vit spældu nógv í skúlanum og í havanum hjá mammu og babba – eg stóð vanliga í mál.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Eg hyggi bara, tá NSÍ hevur bóltin á miðjuni og har frammi. Men tey, sum síggja alt spælið, siga, at sonurin Jens er góður.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá eg sat í tjóðarbúnanum í bakandi sól á Ólavsøku og sá NSÍ vinna steypafinaluna.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Øgiliga góður moralur. Allir eru so ungir og spentir. Stríðast til seinastu løtu.

Í morgin møta vit B68?
Teir hava verið eitt sindur óstabilir í ár. Eg hopi, at tað eisini fera at leka eitt sindur í verjuni hjá teimum í morgin.

Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin millum NSÍ og B68?
Vónandi sum á Toftum, 3-0.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Dianu Nielsen

Líknandi tíðindi