András og Jann Ingi – dagsins menn móti B68 og B36


Eftir dystirnar móti B68 og síðan B36 hava tit havt høvið at velja dagsins mann í teimum báðum dystunum.

Fyrru atkvøðugreiðsluna gjørdust stóru profilarnir báðir, tvímálsskjúttin Jann Ingi Petersen og brotsparksbjargarin, András Gángó, púra javnir við 36% (94 atkv.) í part.

Tað gekk ógvuliga javnt á millum András og Jann Inga í atkvøðugreiðsluni. Og hetta var kanska hóskandi, eftirsum at sigurin móti B68 hendan dagin kravdi bæði góð mál og framúr málmansspæl.

Heðin á Lakjuni gjørdist nummar trý við 5% (13 atkv.). Íalt vórðu 263 atkvøður givnar.

Seinnu atkvøðugreiðsluna vann Jann Ingi sannførandi við 23% (59 atkv.) av teimum 257 givnu. Christian Høgni fekk 12% (30 atkv.), og Jens fekk 11% (28 atkv.)

Jann Ingi skjeyt aftur hendan sera spennandi dystin móti B36 eitt sera vakurt frísparksmál.

Vit ynskja András og Jann Inga hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti B71 á Sandi í morgin.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

Líknandi tíðindi