Spennandi grannadystur endaði við heimasigri: NSÍ-B68 2-1

Grannadysturin í kvøld millum NSÍ og B68 varð spældur í fínum fótbóltslíkindum. Púra stilt og passaligur hiti. Fitt av fólki hevði leitað sær til Løkin at síggja grannauppgerðina. Hesir dystir plaga vanliga at vera spennandi og javnir og enda ofta við javnleiki.

NSÍ stillaði upp við Gango í málinum, Jens og Einar í miðverjuni, Heðin og Jonhard á bakkunum, Jústines og Jann Inga sentralt á miðvøllinum, Boga og Jann Martin á kantunum, Christian Høgna sum hangandi áleypara og Klæmint sum fremsta manni.

Í mun til vanligu uppstillingina var Johan Troest Davidsen ikki við av persónligum orsøkum, og Bogi, sum er komin heim úr Danmark, byrjaði fyri fyrstu ferð við NSÍ í ár. At Bogi er komin heimaftur og við á liðið er uttan iva ein sera góður styrkur at fáa, og trúgvu NSÍ áskoðarnir vóru sum vera man fegnir at síggja Boga aftur á liðnum.

Tað var NSÍ, sum fekk ta bestu byrjanina uppá dystin og løgdu beinanvegin eitt stórt trýst á B68 málið. Í 14. min. er NSÍ nær við at leggja seg á odda. Jann Martin rekur seg frían í vinstra síðu í B68 brotsteiginum. Leggur so eina góða sending innfyri málið, har Klæmint er hægstur og høvdar bóltin í yvirleggjaran og útaftur í leik.

Stutt eftir sendir Keita eitt gott langskot móti NSÍ málinum, men Gango var á rætta staðnum. Keita, sum er ein frálíkur áleypari, var allan dystin á tamb ein støðug hóttan móti NSÍ verjuni.

Í 17. min. leggur seg NSÍ seg uppiborið á odda 1-0. NSÍ fær fríspark mitt fyri 30 metrar frá B68 málinum. Einar rullar bóltin stutt til Jann Inga, sum langar til, og bólturin situr heilt uppundir samankomingini høgrumegin B68 málverjan, sum bert mátti hyggja at. Eitt framúrskarandi mál av Jann Inga.

Í 27. min. er NSÍ aftur uppá spæl. Bogi, sum spældi ein frálíkan dyst, áðrenn hann gjørdist skaddur, spælir hegnisliga Klæmint púra frían i B68 brotsteiginum, men fríur móti málverjanum í vinstru síðu er Klæmint ikki nóg neyvur og skjýtur framvið málinum.

Í 32. min. fer NSÍ í skjótt mótálop. Hesuferð leggur Klæmint bóltin fyri føturnar á Boga í høgru síðu. Bogi sneiðir ein B68 verjuleikara av. Skrúvar síðan bóltin útum B68 málverjan vinstrumegin, men rakar tíverri stongina, og bólturin fer útaftur í leik. Í 39. min. ger Christian Høgni ein av sínum solotúrum. Fer í fullari ferð framvið fleiri mótstøðuleikarum, men í avgerandi løtuni rakar hann bóltin uppum B68 málið.

Í 42. min. verður Bogi feldur stutt framamnfyri miðjuna. Í sama viðfangi verður hann skaddur og má berast út av vøllinum og kemur ikki innaftur í dyst. Vónandi er skaðin ikki álvarsligur, tí brúk er fyri einum so góðum leikara sum Boga. Erland kemur inn ístaðin fyri Boga. Christian Høgni verður fremsti maður, Erland hangandi áleypari og Klæmint fer út á høgra kant.

Samanumtikið stýrdi NSÍ fullkomuliga í fyrra hálvleiki. Við eitt sindur av hepni og neyvleika kundi støðan gott verið 3-0 í fyrra hálvleiki. B68 hevði ikki nógv at bjóða uppá í fyrra hálvleiki. Nøkur einmansavrik frá Keita var tað, sum var at fegnast um.

NSÍ fær best hugsandi byrjanina uppá seinna hálvleik og leggur seg í 47. min. á odda 2-0. Christian Høgni trekkir inn í vinstru síðu. Sneiðir tveir B68 verjuleikarar av og leggur so bóltin fyri føturnar á Jann Inga, sum hevur lætt við at skora sítt næsta mál.

B68 venjarin Bill Mcleod Jacobsen gjørdi skjótt av. Setti tveir nýggjar leikarar inn, og hetta hjálpti beinanvegin. Samstundis sá tað út, sum at NSÍ trekti seg longur aftur á vøllin fyri at verja leiðsluna.

Í 53. min. fær B68 brotspark. Keita verður feldur í NSÍ brotsteiginum av Jann Inga. Jóhan Dávur, sum júst er innkomin, verður settur at skjóta. Hann sendir eitt hart flatt skot høgrumegin, men Gango stórbjargar skotinum.

B68 setti seg sum fráleið meira og meira á dystin og skapti fleiri vandamiklar støður.

Í 70. min. fær B68 mál. Øssur, sum er komin framvið, leggur ein góðan bólt innfyri NSÍ málið. Har er Keita fremstur mitt fyri í fimm metrinum og stýrir bóltin í málið til støðuna 2-1.

Hetta gav B68 leikarunum trúnna uppá, at møguleiki var at javna. Teir løgdu eitt stórt trýst á NSÍ verjuna, sum fleiri ferðir hevði nokk at gera við at sparka bóltin burtur. Í 75. min. fær B68 hornaspark í høgru síðu. Øssur sendir eitt av sínum góðu hornaspørkun innfyri NSÍ málið. Jóhan Dávur er hægstur og setir pannuna á bóltin, men Gango stórbjargar.

Í 77. min. fer Klæmint út, og Debes kemur inn.

B68 satsaði nógv seinastu 15. min. fyri at fáa útjavnandi málið. Nógv fólk varð flutt fram á vøllin. Hetta gav NSÍ møguleikan fyri skjótum mótálopum, men tað gav einki mál. B68 hevði móti endanum fleiri vandamikil álop, sum var tað ikki fyri einum framúrskarandi málmansspæli frá Gango, gott kundi endað við máli.

Í 90. min. fer Jann Martin út, og Per Langgaard debuterar á Vodafone liðnum. Hjartaliga tillukku við tí Per.

Einki mál kom afturat, og dysturin endaði sostatt 2-1 til NSÍ.

Samanumtikið um seinna hálvleik er at siga, at NSÍ hevði leikliga yvirvág fyrstu 5-10 min., men restina av seinna hálvleiki var tað B68, sum var spælstýrandi.

Sæð yvir allan dystin var tað uppiborið, at NSÍ vann. Tó skal einki takast frá toftamonnum, sum spældu ein sera góðan seinna hálvleik, og sum við eitt sindur av hepni gott kundu fingið stig við sær.

Við sigrinum í kvøld varðveitir NSÍ støðuna sum oddalið í Vodafonedeildini. Super dreingir.

Næsti dystur á skránni er týskvøldið 3. august heima móti B36 kl 18.00

Hagtøl:

NSÍ-B68 2-1 (1-0)

1-0 : 17 min. Jann Ingi Petersen NSÍ

2-0: 47 min. Jann Ingi Petersen NSÍ

2-1: 70 min. Ahmed Keita B68

NSÍ liðið: Gango, Jens, Einar, Jonhard, Heðin, Jústines, Jann Ingi, Bogi (44. min. Erland), Jann Martin (90. min. Per), Christian Høgni, Klæmint (77. min. Debes). Á bonkinum uttan at koma inn  Kristian.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen hevur tikið.
[nggallery id=77]

Líknandi tíðindi