Seinasta leikumfar í 1.deild menn

Í morgin byrjar seinasta leikumfar hjá 1.deild menn.

Klokkan 19:00 taka NSÍ í móti vinnarunum av deildini, Skála. Stigatalvan vísir at talan er um ein dyst í millum tey greiðu toppliðini í deildini.

Eftir dystin verður steypa og medaljuhandan.

Til dystin koma umboð fyri U15 dreingir, ið fara til Vildbjerg Cup 2024 atselja bóltar til bóltakast í hálvleikinum.

Talan verður um ein spennandi dyst, og vónandi møta fólk fjølment til dystin, og fáa set tein gulan dám á dystin.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi