Ein sigur og eitt tap

Dysturin hjá kvinnunum var hósdagin 03/08, og dysturin var í móti EBS/Skála við Margáir.

Okkara kvinnur lótu ongan iva verða um hvør skuldi vinna dystin. Eftir 8 minuttir skoraði Lena Olsen til 0-1, og frá tí løtuni stegðaði togið ikki aftur.

Úrslitið gjørdist 0-10. Heidi Sevdal og Sara Samson Lamhauge fingu hvør sítt hattrick, Lena Olsen 2 mál, Mirjam Huneck og Sigrid Jacobsen, sum kom aftur til NSÍ í stegðinum, fingu 1 mál hvør.

Næsti dystur hjá kvinnunum verður í móti 07/Vestur leygardagin 12/08.

Verri gekk hjá monninum, sum spældu toppdyst undir Mýruhjalla leygardagin 05/08 í móti Skála.

Tá ið 30 minuttir vórðu leiktir, skoraði áleyparin hjá Skála, Carlos Ferreria, einsamalla málið í dystinum. Roynt var við broytingum í seinna hálvleiki, og hóast støður og kjansir, eyðnaðist ikki at fáa mál.

Næsti dystur hjá monninum verður leygardagin 12/08 á heimavølli í móti B71.

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi