Betri deild kvinnur: 2-1 sigur á Víkingi!

Betri deildin kvinnur: NSÍ – Víkingur 2-1 (1-0)

Í góðveðrinum, sunnudagin 04. juni, leiktu kvinnurnar hjá okkum, eins og mennirnir, dyst ímóti Víkingi.

Og dysturin var ikki serliga gamal, tá fyrsta málið kom. Longu í fyrsta minutti rak Heidi Sevdal í gjøgnum alla vinstru síðu og inn í brotsteigin, og skorðar sítt mál nr 18, og er hon langt fremst á máltindinum í deilduni, heili 7 mál frammanfyri næsta leikara.

Okkara kvinnur stóðu fyri tí mesta í fyrra hálvleiki, vit høvdu fleiri stórar málmøguleikar, tó spurdist einki meira burturúr.

Tað vóru bert spældir 2 minuttir í seinna hálvleiki, tá Lena Olsen skorðar til 2-0 eftir uppleggi frá Heidi Sevdal. Men tað gekk ikki long tíð til Víkingur svaraði aftur, tí longu í 53´min. skorðar Eydna O. Dalheim fyri Víking. Eftir hetta málið, fekk Víkingur meira yvirvág, og serliga vunnu tær miðjuna. Tær komu til fleiri stórar málmøguleikar, men okkara málverji Abigail T. Mensah (Abi) stóð aftur í dag sera væl. Alt í alt, má sigast, at tað gjørdist ein stríðs sigur til okkara, hóast vit liggja heili 12 stig frammanfyri Víking.

Tað eru nógvar broytingar í okkara hopi í ár. Allan Dybczak er nýggjur høvðusvenjari, og uppgávan hjá honum, saman við Mikkel Lindkvist og Sjúrða Petersen, sá heldur møtimikil út við ársbyrjan. Vit mistu heili 6 stuðulsleikarar frá í fjør. Tó komu Lena Olsen, Monika Samuelsen og Mirjam Huneck aftur eftir barnsburð, og vit hava fingið tilgongd útifrá av tveimum leikarum, Saru S. Lamhauge og Abigail T. Mensah. Eisini hava vit fleiri ungar leikarar, sum nú hava aldur til at spæla í vaksnamannadeilduni, og hesar smæðast ikki burtur til venjingarnar, og onkara minuttir fáa tær eisini í dystum. Samanbera vit hetta árið við árið í fjør eftir 10 umfør, so lógu vit nummar 5 við 15 stigum og +13 málum. Í ár liggja vit nummar 2 við 23 stigum og +25 málum. So okkurt ger okkara venjaratoymið rætt. Eisini er stuttligt at fylgja venjingunum, og síggja 21 kvinnur á vøllinum, til góðar og seriøsar venjingar 4 ferðir um vikuna. Næsti dystur verður í vikuskiftinum, sunnudagin 11. juni kl 13:00, tá møta vit aftur Víking í fyrru hálvfinalu í steypakappingini.

SAMAN STANDA VIT STERK

Líknandi tíðindi