NSÍ’arar á WU15 landsliðnum!

Venjarin hjá WU15 landsliðnum, Sigtór Petersen, hevur úttikið tær 18 leikarar, sum skulu umboða Føroyar til Baltic cup 2023.

Ímillum hesar 18 eru tríggir NSÍ´arar at finna. Tær eru Emma Charlotta Knudsen, Naomi Hansen og Sunnvá Skipanes. Tær tríggjar, Emma Charlotta, Naomi og Sunnvá spæla við U16 gentunum hjá NSÍ, og eru tær dugnaligar og skilagóðar, og spennandi leikarar at fylgja í framtíðini.

Baltic cup 2023 verður í Litava. Umframt Føroyar og vertirnar Litava, luttaka eisini londini Estland og Lettland. Hópurin er avstað frá 21. august til 28. august, og leikdagarnir eru 23., 25. og 27. august.

Vit ynskja Emmu Charlottu, Naomi, Sunnvú og hinum í hópinum góða ferð og bestu eydnu!

Líknandi tíðindi