NSÍ´arar á WU17 landsliðið!

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá WU17 landsliðnum, hevur úttikið hópin, sum skal til NM (Norðurlanda kapping) í Svørríki. Helga Mikkelsen og Sólja Vinjardsdóttir Johansen eru í millum teir úttiknu leikarnar, sum skulu við til Svørríkis.

Báðar spæla við G16 liðnum hjá okkum, men eisini royna tær seg í betri deildini hjá kvinnum. 16 ára gamla Sólja, ið er dóttir til Vinjard og Ann Maria Johansen, hevur verið við í 7 landskappingar dystum, meðan 15 ára gamla Helga, ið er dóttir John og Meibritt Mikkelsen, hevur verið við í 10 landskappingardystum, og hevur skotið eitt mál í betri deildini hjá kvinnum. Eisini hava báðar verið partar av bestaliðs hópinum til steypakappingina, har ið Helga skoraði í móti 07/Vestur. Tvær sera spennandi leikarar at fylgja.

Til NM eru Føroyar, Danmark, Norra, Svøríki, Ísland, Finland og tvær gesta tjóðir. Gesta tjóðirnar eru Holland og England. Tað verða spældir tríggir dystir, og Føroyar spæla fyrsta dystin í móti Englandi. NM-kappingin verður frá 4-13 juli.

Vit ynskja Helgu, Sólju og hinum í hópinum góða ferð og bestu eydnu.

Líknandi tíðindi