Eitt gult vikuskifti

Myndir: Hjalmar Jóhan Juul

12/08 spældu bæði bestuliðini hjá okkum, og annað kann ikki sigast enn, at hetta var ein góður leygardagur.

Kl 13:00 leiktu kvinnurnar í Sørvági, og eftir 3 minuttir varð støðan 1-0 til heimaliðið. Hóast eitt mál kom tíðlig til heimaliðið, 07/Vestur, løgdu kvinnurnar trýst á, og eftir 12 minuttir kom mál til okkum, og tað var eitt sjálvmál. Eftir hetta lótu NSÍ-kvinnurnar ongan iva verða um hvør skuldi vinna dystin. Sigurin gjørdist stórur. 1-11 til okkum, við hálvleiksstøðuni 1-6.

Málini fingu: Heidi Sevdal 4 mál, Lena Olsen 2 mál, Mirjam Huneck, Rúna Olsen, Sara Samson Lamhauge og Helga Mikkelsen 1 mál og eitt sjálvmál.

Næsti dystur hjá kvinnunum er leygardagin 19/08 kl 15:00 á heimavølli í móti B36.

Kl 16:00 tóku mennirnir í móti B71 á heimavølli. Frá byrjan av lótu mennirnir ongan iva verða, tí eftir 9 minuttir skoraði Betuel Hansen til 1-0, og longu eftir 17 minuttir varð støðan 3-0 til okkum við málum frá Dion Splidt (við beinleiðis fríspark) og Búa Egilsson. Støðan hjá B71 gjørdist ikki betri stutt fyri hálvleik, tá ið málverji hjá teimum fekk reytt kort. Støðan gjørdist 5-1, við hálvleiksstøðuni 3-0.

Málini fingu: Búi Egilsson 2 mál, Betuel Hansen, Dion Splidt og Teitur Knudsen 1 mál.

Næsti dystur hjá monninum verður leygardagin 19/08 kl 18:00 á útivølli í Klaksvík

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi