8. umfar: TB 2 – 1 NSÍ
Betri-liðini | Felagið

8. umfar: TB 2 – 1 NSÍ

Seinna vitjanin við Stórá gav okkum einki. Í dystinum, ið kundi síggjast beinleiðis á FSF-varpinum, høvdu okkara stóra part av spælinum. Møguleikar vóru ikki nógvir í dystinum, og neyvleikin kendist stundum fráverandi hjá báðum liðunum. Leingi tyktist dysturin at fara at enda við einari null-loysn, men 10 min undan leikloki skiftu bæði feløgini leikarar inn….

Steypakappingin: Legenda vitjar aftur!
Betri-liðini | Løgmanssteypið

Steypakappingin: Legenda vitjar aftur!

Lutakast hevur verið til fjóringsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Í pottinum vóru tey liðini, ið ein kundi rokna við, tó undantikið Giza/Hoyvík, ið knógvaði effoliðnum av Toftum. Styrkin á mótstøðuni kundi tí variera nógv. Tá tríggjar av fýra fjóringsfinalum vóru trektar, var okkara bóltur enn í pottinum saman við felagsliðnum úr Sundalagnum. Okkara varð trektur fyrst,…

Víðari í steypakappingini: Toppskjúttin vísti aðrar dygdir!
Betri-liðini | Løgmanssteypið

Víðari í steypakappingini: Toppskjúttin vísti aðrar dygdir!

Talan gjørdist veruliga um ein spennandi dyst, har serliga endin gjørdist dramatiskur. NSÍ vann í dag ímóti TB í 1. umfarinum av steypakappingini, har venjarin hevði avgjørt at spara nakrar av lyklaleikarunum. TB kom á odda í 24. min, tá Eirikur Ellendersen skoraði fyri heimaliðið. Pól Jóhannus javnaði til 1-1 í 55. min. Árni Frederiksberg…

Upptakt: Steypadystur við Stórá
Betri-liðini | Løgmanssteypið

Upptakt: Steypadystur við Stórá

Síðan lutakastið var í kappingini um Løgmanssteypið hevur tað verið greitt, at vit skuldu tveir túrar til Suðuroyar innan fáar dagar. Í dag spæla vit ímóti TB í ársins fyrsta steypadysti, og mikudagin komandi spæla liðini landskappingardyst sama stað. Onkrar broytingar eru í hópinum, ið var sera nógv skerdur ímóti B36. Nikolaj Køhlert er við…