NSÍ-bandin

Spírin til NSÍ-bandan kom á vári 2021. Búi Uni Jensen, ið hevur verið starvsnevndarlimur í felagnum áður, tók stig til at savna nakrar mans at møtast einaferð um vikuna og fáa loyst nakrar uppgávur. Búi Uni Jensen, ið verður róptur formaðurin av NSÍ-bandanum, fór í prát við kommununa um hetta átakið, og fekk játtandi svar og stuðul frá kommununi til viðlíkahald av vøllinum. Fyri gott 2 árum síðani, 15. juni 2021, møttist NSÍ-bandin fyri fyrstu ferð við Løkin, og hava mest sum hvørt hóskvøld møtst síðani. Pausur hava teir havt rundaum summarfríðtíðini og jólatíðir.

Mangt hava teir fingið frá hondum, og nevnast kann millum annað:

• Rudda og vaska skýlið við jøvnum millumbili.

• Skift nøkur av setrunum í 2021.

• Plankin at standa á framvið skýlinum aftast (gjørt í 2021).

• Skift og bøtt uppá málini bæði viðv. hjólum og netum.

• Sett telt upp til Eystanstevnu 2022 og tikið niður aftur.

• Smíða bóltakassa uttanfyri (juni 2022).

• Tikið gamla vøllin av 20. aug. 2022.

• Myndaveggur til NSÍ tilmeldingardagin er gjørdur 24. feb. 2023.

• Portur inn á vøllin var flutt tann 13. apríl 2023 í samband við at bingjur komu til skiftingarrúm og skrivstovur.

• Bingjur vóru ruddaðar og klárgjørdar í apríl 2023.

• 15. juni 2023 vóru 10 bóltarúm klár til NSÍ at brúka, 1 rúm til Guliganz sum goymslurúm, umframt at NSÍ bandin fekk 1 rúm til amboð og tilfar.

Nógv hevur NSÍ-bandin gjørt, og vit í NSÍ eru sera takksom fyri tað, ið tit leggja í til NSÍ. Sum sagt, nærum hvørt hóskvøld í 2 ár hava teir verið samlaðir við Løkin, og fingið nógv burturúr, men pláss hevur eisini verið fyri kaffipráti og reypi.

Takk fyri!

Viðheft er ein lítil filmur, ið er settur saman av mydnum, ið NSÍ-bandin hevur gjørt.

Líknandi tíðindi