11. umfar: NSÍ 1-0 Skála (0-0)

Ikki fyrrenn í evstu løtu eydnaðist tað okkara at fáa hol á. Og hvør annar enn Kaptain Klæmint, sjálvandi!

Liðið ímóti Skála:

Fyri aðruferð í ár vóru vit vertir fyri kommunaluppgerðini ímóti Skála. Dysturin hevði í síni heild ikki nógvar málmøguleikar at bjóða uppá. Skála vardi enn einaferð sera væl, og vóru væl skipaðir á vøllinum. Okkara høvdu trupult við at finna tað góða spælið fram, og spæla ígjøgnum tætta Skála liðið. Í fleiri førum tyktist spælið at ganga seint fyri seg, og sum dysturin leið frustreraði hetta heimaliðið. NSÍ mundi hava bóltin í 80 % av tíðini, men tað spurdist ikki so øgiligt burturúr. Skála liðið var væl skipað í umstillingunum, og kundu við hesum komið fram til onkrar vandamiklar støður.

Tað líktist meira og meira einum frustrerandi javnleiki, men í evstu løtu eydnaðist. NSÍ hevur eitt langt álop, ið endar við, at Árni hevur eitt sera gott skot á stongina. Klæmint er fyrstur á returinum, og skorar einasta málið í dystinum. Ein fantastiskur lætti fyri bæði leikarar, venjaratoymið, og áskoðararnar! Skála hevði ein stóran møguleika eftir hetta, men Símun Rógvi hevði eina framúr bjarging, har bólturin var líka við at sníkja seg uppum málverjan.

Fyri Skála var hetta annar dysturin á rað, har stig verða mist á stokkinum.

11. umfar: NSÍ 1-0 Skála (0-0)

88. min: Klæmint A. Olsen, 1-0

Líknandi tíðindi