Uppiborin sigur og fjórða plássið tryggjað. NSÍ-HB 2-1

Við einum uppibornum 2-1 sigri á HB við Løkin í kvøld tryggjaði NSÍ sær fjórða plássið í Vodafonedeildini 2011.

Líkindini til fótbóltsdyst við Løkin í kvøld vóru góð. Turt, púra stilt men eitt sindur kalt. Tá hugsað verður um, at dysturin varð leiktur klokkan 16 í dag, høvdu allíkavæl fitt av fólki leitað sær til dyst.

NSÍ stillaði upp við eini 4-4-1-1 leikskipan. Gango var í málinum. Miðverjuna mannaðu Jens og Fritleif, og á bakkunum vóru Einar og Jonhard. Sentralt á miðjuni vóru Jústines og Jann Martin, og kantarnar mannaðu Heðin og Debes. Fremstu mennirnir vóru Christian Høgni og Klæmint.

Spælið fyrsta korterið var rímuliga javnt. HB hevði sum útgangsstøði eitt verjukent upplegg, har m.a. Fróði Benjaminsen var miðverji. Uppskriftin var skjót umstilling frá verju til álop, oftast sett ígongd frá málverjanum Teiti Gestsson.

NSÍ royndi at spæla tolið við at flyta bóltin væl runt við smáspæli og so skiftingum í dýbdina til Christian Høgna og Klæmint, sum báðir vóru væl upplagdir í kvøld.

Tað var HB, sum fekk tann fyrsta stóra møguleikan at leggja seg á odda. Í 18. min. gerst ein HB’ari púra fríur í NSÍ brotsteiginum, men Gango stórbjargar.

Í 27. min. leggur NSÍ seg á odda 1-0. Einar leggur eina framúr góða avlevering í dýbdina í okkara vinstru síðu til Klæmint. HB málverjin kemur út, men ísakaldur lyftir Klæmint bóltin uppum Teit og í tóma málið til støðuna 1-0 til NSÍ. Frálíkt felags avrik av Einar og Klæmint.

Í 33. min. javnar HB til 1-1. Klossut verjuspæl í okkara miðverju har bólturin ikki verður beindur burtur av vandaleið, endar fyri føtrunum á Hanus Thorleifsson, sum hevur lætt við at skora eftir avlevering frá Símun Samuelsen.

Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, hendi ikki tað stóra, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 1-1, sum nokk var eitt rættvíst úrslit, havandi í huga spælbýtið millum liðini.

Árni Frederiksberg byrjaði seinna hálvleiki í staðin fyri Debes. NSÍ legði ógvuliga bragdliga fyri frá byrjan av seinna hálvleiki. Við skjótum og góðum samanspæli løgdu okkara menn eitt øgiligt trýst á HB verjuna teir fyrstu 20 min. Var tað ikki fyri einum stórspælandi Teiti Gestsson í HB málinum, kundi NSÍ verið á odda við fleiri málum fyrsta korterið av seinna hálvleiki.

NSÍ leggur seg á odda 2-1 í 51. min. Jens í miðverjuni sendir eina langa avlevering úr NSÍ brotsteiginum. Bólturin fær frítt at ferðast innum alla HB-verjuna. Klæmint fylgir bóltinum upp, og einsamallur móti HB-málverjanum er hann eirindaleysur og langar bóltin hart í longsta hornið vinstrumegin, uttan at Teitur hevur nakran møguleika at bjarga skotinum.

Bert 7 min seinni (58 min), fintar Christian Høgni alla HB verjuna av, so teir nærmast detta um hvønn annan. Men í avgerandi løtuni, er hann ikki nóg neyvur og Teitur bjargar skotinum meistarliga út til hornaspark.

Fleiri líknandi støður vóru frammanfyri HB-málinum, men í avgerandi løtuni var Teitur fyri hvørjaferð. Frálíkt málmansspæl av Teiti Gestsson í HB-málinum.

NSÍ spældi sera væl teir fyrstu 25 min. Við sera skjótum álopsspæli og við einum ógvuliga vandamiklum Klæminti Olsen sum fremsta manni, var HB-verjan mest sum á reyvuni, hvørja ferð hann bjóðaði HB verjuni av. Jann Martin á framrættaða miðvøllinum spældi eisini ein frálíkan dyst.

HB-venjarin Sigfríður Clementsen var noyddur at gera okkurt. Fróði Benjaminsen varð fluttur longur fram á vøllin, og Kristian Restorff Mouritsen kom inn á vinstra kant. Hetta gav munandi meiri bit á framrættaða spælið hjá HB. Kristian R. Mouritsen spældi sera væl ta løtuna hann var inni á vinstra kanti á HB-liðnum.

Tað seinasta korterið av seinna hálvleiki hevði HB leikliga yvirvág, tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Teir fingu fleiri hornaspørk, men okkara menn vardu væl fyri.

Tað var stór frøi á NSÍ leikarunum, tá dómarin, Rúni Gaardbo, bríkslaði dystin av. Fyri aðru ferð í ár hevði NSÍ vunnið á HB við Løkin. Við sigrinum tryggjaði NSÍ sær samstundis fjórða plássið í Vodafonedeildini í 2011.

Næsti dysturin verður longu aftur komandi sunnudag, tá meistarakandidaturin B36 vitjar við Løkin.

Hagtøl: NSÍ-HB 2-1 (1-1)

27 min 1-0. Klæmint Olsen NSÍ
33 min 1-1. Hanus Thorleifsson HB
51 min 2-1. Klæmint Olsen NSÍ

Liðið. Gango, Jens, Fritleif, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Martin, Heðin, Debes (46 min Árni), Christian Høgni og Klæmint. Á beinkinum uttan at koma inn, Ari, Magnus Pauli, Jens Martin og Arni Gregersen. Venjari Pauli. Hjálparvenjari Bogi. Fysiterapautur Marjun. Liðleiðarar Andras og Sjúrður

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=188]

Líknandi tíðindi