10. umfar: ÍF 0-2 NSÍ (0-0)

Ein javnur dystur ímóti ÍF endaði við, at okkara vunnu ein rímuliga tryggan sigur. Eftir venjaraskiftið, har legendan Jákup Mikkelsen hevur tikið við stýrisvølinum, hevði ÍF vunnið tveir dystir, og kundu tí væntast at geva góða mótstøðu.

Liðið ímóti ÍF:

Ein fyrri hálvleikur, har ferðin á spælinum ikki var tann nógva, vóru hendinga málmøguleikar til bæði liðini. Heimaliðið lá djúpt, men vóru kvikir frameftir. Fyrrverandi NSÍarin Andy var ofta tann, ið flutti bóltin skjótt fram í kontra álopum.

Mál lógu í luftini, og í seinna hálvleiki bragdaði hjá okkum. Bert 4 min farnir; Árni hevur bóltin inni í brotsteiginum hjá ÍF, vendir nakrar ferðir og verður feldur. Klæmint er tryggur, og so eru okkara á odda. Eitt korter seinni eru somu menn – sum so ofta áður – uppá spæl. Árni leggur eitt høgt innlegg inn úr høgru, og inni í feltinum er Klæmint umringaður av ÍF leikarum. Við rygginum ímóti málinum, og nærum standandi á vøllinum, setir Klæmint høvdi – ella kanska nakkan – á bóltin, og so er 2-0. Ein góður sigur í einari landskapping, har øll liðini í toppinum fylgjast væl.

Líknandi tíðindi