OMANÁ Í ARBEIÐSSIGRI: NSÍ-B71 2-0


Líkindini at spæla fótbólt í dag vóru hampuliga góð, hóast eitt sindur av vindi var og heldur kalt.

Spenningurin var stórur, nú tað hevur gingið so væl seinastu dystirnar. Hinvegin vistu vit eisini, at sandoyingar ikki mugu undirmetast, hóast teir liggja í tyngra endanum í deildini.

Venjarin tykist at hava tikið orðini “Never change a winning team” til eftirtektar. Byrjunaruppstillingin var tann sama sum seinastu nógvu umførini. András, Jónhard, Jóhan, Jens, Einar, Heðin, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin, Klæmint og Christian Høgni.

NSÍ legði bragdliga fyri og hevði fleiri møguleikar tíðliga í dystinum. Tá ið tveir minuttir vóru leiktir, spældu Christian Høgni og Heðin væl saman, og álopið endar við,at Heðin fær lagt ein bólt eftir jørð innfyri, men tíverri rakti ongin bóltin í avgerandi løtuni.

Løtu seinni er Heðin aftur uppá spæl við langskoti, sum Bárður Johannesen í B71 málinum bjargar. Í sjeynda minutti hevur NSÍ eitt sera gott álop. Jann Ingi spælir skjótt til Klæmint, sum spælir víðari innum B71 verjuna til Jann Martin, ið leggur innfyri eftir jørð, men Heðin, sum hevur runnið seg í góða støðu inni í brotsteiginum, gerst akkurát ov stuttur.

Í 13. minutti hevur NSÍ skot á yvirleggjaran. Christian Høgni spælir bóltin út í síðuna til Jónhard, hann leggur bóltin innfyri til Jann Martin, sum smekkar bóltin uppundir tvørtræið og niður í vøllin.

B71 fekk ein góðan møguleika í 17. minutti. Verjan fær ikki bóltin av Símin Hansen, sum var klárt besti leikarin hjá sandoyingum í dag. Símun skjýtur, Gango hálvbjargar, og bólturin støkkur útaftur til Símin, sum leggur bóltin tvørtur um til Danilo Kovacvic, sum smekkar til, men Gango fær í evstu løtu bjargað út til horna.

Síðani hevði NSÍ onkrar møguleikar. Bæði Christian Høgni, Jann Ingi og Jens vóru nær við, men mál spurdist ikki burturúr.

Tá ið umleið 25 minuttir vóru leiktir, fær B71 ein risa møguleika. Bólturin verður spældur innum NSÍ verjuna, og Mads Hentze gerst púra leysur og skjýtur, men András Gango fær fingraspíssarnar á bóltin, sum fer dygst fram við steingini og út til horna. Ein sera góð bjarging av Gango.

Í 32. minutti leggur NSÍ seg á odda 1-0. Christian Høgni brýtur ígjøgnum í høgru síðu og fær lagt bóltin flatt innfyri, har Klæmint er á blettinum og knallar bóltin í málið til 1-0 . Frøðin á NSÌ viðhaldsfólkunum var sum vera man sera stór.

Eftir hetta hava vit tveir góðar møguleikar at økja leiðsluna. Fyrst spælir Christian Høgni Jann Inga frían, men skotið fer beint á málmannin. Løtu seinni spælir Christian Høgni elegant við hælinum til Jann Martin, sum smekkar til úr spískum, men Bárður stórbjargar út til horna.

Ímóti endanum á hálvleikinum hevur B71’arin Tummas Clementsen eitt skot eftir horna, sum fer beint uppum málið.

Um fyrra hálvleik er at siga, at spælið hjá okkara monnum var heilt gott og málmøguleikar trutu ikki, men vit vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum.

Annar hálvleikur var ikki eins undirhaldandi sum fyrri hálvleikur. Hesin hálvleikurin var merktur av fleiri feilavlevringum og heldur óskipaðum spæli. Tó hevði man eina kensluna av, at vit høvdu tamarhald á støðuni.

Hóast hetta so høvdu vit fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Jann Martin og Jónhard sluppu fleiri ferðir ígjøgnum í høgru síðu, men mál spurdist ikki burturúr. Eisini hevði Jann Ingi eitt sera gott skot, sum Bárður Johannesen mátti út í fulla longd at bjarga.

Tá ið 66 minuttir vóru leiktir, varð aftur mál. Aftur hesaferð var tað Klæmint, ið skoraði. Einar leggur ein høgan bólt innfyri. B71 verjuleikarin fer upp at skalla men gerst ov stuttur. Bólturin dettur fyri føturnar á vælupplagda Klæminti, sum skjýtur eftir jørð ímillum beinini á Bárður, og leggur NSÍ á odda 2-0.

69 min. Heðin fer út og Debes kemur í hansara stað.

Tað í eftir er av dystinum, er spælið heldur rótut, og ikki serliga gott fótbóltspæl. Okkara menn stríddust tó væl.

Ímóti endanum á dystinum fekk B71 tvey fríspørk uttanfyri brotsteigin. Tað fyrra skeyt Símin Hansen á yvirleggjaran, og tað seinna bleiv skotið eftir jørð dygst út við stongina, men Gango bjargaði meistarliga.

Samanumtikið ein uppiborin sigur. Okkara menn stríddust væl allan dystin. Ein vælleiktur fyrri hálveikur, sum gav okkum eitt mál, og einn minni vælleiktur seinni hálvleikur, sum eisini gav eitt mál. Haldi, at allir menn stríddust væl í dag, og nú eru vit har, tað er stuttligt at vera.

Næsta stóra avbjóðingin er komandi fríggjakvøld ímóti oddaliðnum ÍF í Fuglafirði. Fari at heita á øll NSÍ viðhaldsfólk um at koma at stuðla okkara monnum.

NSÍ-B71 2-0 (1-0)

32 min. 1-0: Klæmint Andrasson Olsen

66 min. 2-0: Klæmint Andrasson Olsen

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar T. Hansen, Jónhard Frederikberg, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen(78 min. Ólavur í Ólavstovu) , Heðin á Lakjuni (69 min. Debes Danielsen), Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen(81 min. Karoly Potemkin). Á beinkinum uttan at koma inn: Erland B. Danielsen og Jens Martin Knudsen.

FRÁSØGNIN ER SKRIVAÐ AV MARNER PATTINGSSON
[nggallery id=32]

Líknandi tíðindi