|

Í morgin fara vit at gera Gundadal gulan!


Í morgin spælir vodafoneliðið hjá okkum sín týdningarmiklasta dyst higartil í ár. Vit møta HB í Gundadali kl. 15.00. Dysturin verður sjálvandi spældur og avgjørdur á vøllinum.

Men tú kanst sum áskoðari vera við til at ávirka dystin til okkara fyrimun.

HB nýtir allar snildir til at fáa sær fyrimun uttanfyri vøllin. Tað frættist av HB-heimasíðuni, at allir áskoðarar í reyð/svørtum litum sleppa ókeypis til dyst. Ivaleyst má tí roknast við einum fullum HB-skýli.

Men okkara partur má ikki liggja eftir. So komið til Havnar og stuðlið okkara dreingjum við gulum liti og stuðulsrópum úr bygdaskýlinum!

Líknandi tíðindi