Klæmint – dagsins maður móti Víkingi


Síðani 2-3 sigurin á Víkingi mikukvøldið hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Valið fall á Klæmint A. Olsen, ið var sera eyðsýndur og lívligur í dystinum og skoraði fyrsta málið. Klæmint fekk 32% (75 atkv.) av teimum 232 givnu atkvøðunum. Samlaða talið av atkvøðum er høgt, tá havt verður í huga, at bert tveir dagar eru gingnir síðani dystin. Klæmint hevur fleiri ferðir áður verið ovaliga í atkvøðugreiðsluni um dagsins mann.

Nummar tvey og trý gjørdust kapparnir báðir Christian Høgni, 23% (53 atkv.), og Jann Ingi, 9% (22 atkv.). Um sæð verður burtur frá Klæmint og Christian Høgna, var atkvøðugreiðslan nokkso jøvn hesu ferð, og er tað væl í tráð við ein góðan liðinnsats móti Víkingi.

Vit ynskja Klæmint hjartaliga tillukku við heiðrinum, og ynskja honum og øllum hinum góða eydnu móti HB í kvøld kl. 19.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[singlepic id=1783 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1792 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1817 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1818 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1819 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1842 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1850 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1861 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1890 w=320 h=240 float=]
[poll id=”11″]

Líknandi tíðindi