|

Pætur Hentze gjørt sáttmála við NSÌ

Pætur Hentze hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÌ, sum er galdandi til og við 2018. Pætur er ein ungur sera evnaríkur leikari, sum mikukvøldið fekk sínar fyrstu minuttir fyri Effo liðið hjá NSÌ, tá hann kom á vøllin í seinna hálvleiki. Pætur spældi væl tað løtuna hann var á vøllinum, og megnaði hann eisini at skora í sínum fyrsta dysti fyri besta liði.

Pætur hevur sera góð evnir, og vit gleða okkum at síggja meira til Pætur í framtíðini í NSÌ.

Vit ynska Pætur Hentze tillukku við sáttmálanum, og góða eydnu víðari í NSÌ.

Líknandi tíðindi