Tríggjar á WU17-landsliðnum

Eyðvør Jakobsen, WU17 landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal til EM-undankapping í Albania í tíðarskeiðnum 24. – 30. novembur.

Móttustøðuliðini hjá WU17 landsliðnum eru Kazakhstan, Wales og vertirnir, Albania.

Úr NSÍ eru Helga Mikkelsen, Rannvá við Streym og Sólja Vinjardsdóttir Johansen úttiknar. Umframt at hava verið við U16 gentuliðnum hjá NSÍ í ár, hava tær verið við besta liðnum hjá kvinnunum, og eisini steypavinnarar.

Tillukku við úttøkuni, og bestu eydnu til tykkum og hinum í hópinum við komandi uppgávum.

Líknandi tíðindi