NSÍ´arar á U19-landsliðnum

Øssur Hansen, U19 landsliðsvenjari við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í tíðarskeiðnum 15. – 21. november fer til EM-undankapping í Kroatia.

Móttstuøðu liðini hjá U19 landsliðnum eru Ísrael, Armenia og vertirnir, Kroatia.

Úr NSÍ eru Jón Petur Thomsen og Teitur Knudsen úttiknir. Báðir hava teir verið partar av besta mansliðnum, ið vunnu sær uppflyting aftur í Betri deildina, umframt eisini at hava verið við næstbesta liðnum og U21.

Tillukku við úttøkuni, og bestu eydnu til tykkum og hinum í hópinum við komandi uppgávum.

Líknandi tíðindi