Karstin, Petur og Jannik úttiknir til U-15 landsliðið

Í samband við at føroyska U-15 landsliðið skal luttaka í Brøndby Cup, hava landsliðsvenjarnir Hegga Samuelsen og Eli Hentze úttikið 18 leikarar. Kappingin í Brøndby er í døgunum 28. juli til 2. august.

Tríggjir av leikarunum eru úr NSÍ. Hesir eru Karstin Hansen, Petur Knudsen og Jannik Olsen.

Karstin Hansen er sera evnaríkur málverji, og hóast sín unga aldur (14 ár) hevur Karstin roynt seg bæði í dreingjum U-16 og U-18. Somuleiðis hevur Karstin av og á vant við Effoliðnum.
Karstin var eisini málverji á U-15 landsliðnum í 2011.

Petur Knudsen er 13-ára gamal og er ein sera dugnaligur og gløggur miðvallari við góðum tekniskum førleika. Petur hevur í fleiri førum leikt við hægri deild, enn hann hevur aldur til.

Jannik Olsen er 13-ára gamal. Jannik hevur ein tann besta tekniska førleika í sínum aldri í Føroyum. Jannik er miðvallari, men hann hevur eisini roynt seg á bakkinum og leikt við hægri deild, enn hann hevur aldur til.

Ungdómsnevndin ynskir Karstin, Petur og Jannik hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu á U-15 landsliðnum.

Líknandi tíðindi