|

Venjingardystur í kava: NSÍ-KÍ 2-2


NSÍ og KÍ leiktu venjingardyst við Løkin í dag. Tað kavaði illa, og vøllurin var hálur. Hetta sást aftur á spælinum. Endaliga støðan gjørdist 2-2. Pól Jóhannus legði NSÍ á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við fløtum skoti eftir innkast úr vinstru síðu. Klæmint varð feldur í brotsteiginum í byrjanini av seinna hálvleiki, og Petur sendi málmannin skeivan veg, og so var 2-0. Klæmint fekk ein snudd og fór út. KÍ fekk síðani tvey mál, annað við høvdara eftir innlegg og hitt eftir ruðuleika frammanfyri NSÍ-málið.

NSÍ royndi seg við tveimum heilt ymiskum liðum í dag. Tað var hugaligt at síggja so nógvar ungar leikarar á vøllinum.
Fyrra hálvleik:

Símun Rógvi

Jóhan J., Per, Jóhann G., Einar

Árni, Magnus, Bárdur, Pól

Jann B., Hans Marius
Seinna hálvleik:

Karstin,

Mourits Heini, Monrad, Jens, Aron

Jónleif, Hákun, Petur, Jann Martin

Jannik, Klæmint (Jann B.)

Líknandi tíðindi