Keyp fýrverk frá NSÍ!
NSÍ selur stórt úrval av fýrverki í kioskini við Løkin komandi dagarnar. Opið er soleiðis:
týs kl. 15-20
mik-frí 10-20
ley. kl. 10-14
Komið og stuðlið felagnum við at keypa títt fýrverk frá NSÍ!

Gudmundur hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ. Gudmundur kemur at arbeiða í felagnum, sum fysiskur venjari á mannsíðuni. Har hann í samráð við høvuðsvenjaran kemur at skipa allar fysisku venjingarnar. Vit eru sera fegin um at Gudmundur hevur valt at taka av starvinum, og ynskja honum vælkomnum í venjaratoymi hjá NSÍ, og ynskja…
Toppuppgerð í Unglingadeildini varð spæld við Løkin í dag. NSÍ tók móti KÍ, og høvdu hesi bæði liðini vunnið allar sínar dystir í landskappingini higartil. Úrslitið gjørdist 2-0 til NSÍ. Málini skoraðu Arni Gregersen og Per Langgaard. Sera flott avrik dreingir! Johnny Lamhauge hevur sent okkum nakrar myndir frá dystinum í dag. [nggallery id=42]
So hvørt uppgávur verða loystar, og flugubein verða sett, ber til at leggja afturat og byggja víðari. Eitt stórt flugubein er hervið sett, tí vit hava tryggja okkum høvuðsungdómsvenjara næstu trý árini. Jákup Mortensen. Navnið kenna vit øll. Abbin sáli, navnin, er heiðurslimur, og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápan…
Allan K. Jepsen er ikki longur venjari hjá NSÍ. NSÍ hevur valt at uppsiga sáttmálan við Allan K. Jepsen. Vit takka Allan fyri tíðina, og ynskja honum bestu eydnu víðari.
Lutaseðilin sum ungdómurin hjá NSÍ hevur selt seinastu vikurnar verður trektur hósdagin. Lýst verður á heimasíðuni hjá NSÍ, tá seðlarnir eru drignir. Vinarliga haldi okkum til góðar at tað er seinka við at trekkja seðlarnar.