Búi Egilsson leingir við NSÍ

27-ára gamli álopskendi leikarin, Búi Egilsson, hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2024.

Búi Egilsson leikti sínar fyrstu minuttir í betri deildini í 2012 fyri Fc/Suðuroy, men í 2019 var Búi at síggja í gulari troyggju. Í 2024 er tað 6. kappingár hjá Búa Egilsson í NSÍ. 125 dystir er Búi Egilsson skrásettur fyri NSÍ, og vit gleða okkum til at síggja fleiri.

NSÍ gleðist um nýggja sáttmálan, nú fyrireikingarnar eru í gongd til kappingarárið 2024.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi