Vit taptu 1-1 móti Víkingi

Tað var av fagrastu fótbóltslíkindum, tá NSÍ og Víkingur brustu saman í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrru hálvfinaluna høvdu Víkingar vunnið 3-2.

Fitt av fólki vóru til dystin, sum varð leiktur á Svangaskarði á Toftum, tí vøllurin í Runavík verður skiftur í hesum døgum.

NSÍ-liðið var soleiðis mannað til dystin:
Kristian Joensen, Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen og Klæmint A. Olsen.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at dysturin ongantíð náddi tær spenningshæddir, sum flestu høvdu vónað og væntað. Dysturin var tamur og veruligur spenningur var bara í dystinum ta síðstu løtuna.

Dysturin byrjaði varliga og fáir málmøguleikar vóru í byrjanini. Finnur Justinussen var vandamikil fyri Víking, meðan Árni Frederiksberg hevði góða roynd fyri okkum, men skotið hjá Árna varð blokerað av Víkingaverjuni.

Karl hevði gott skot úr 25 metrum, tá hálvleikurin var hálvrunnin, men Géza Túri í Víkingamálinum bjargaði til horna.

Hevði Víkingur havt betru byrjanina, tók NSÍ yvir miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Vit høvdu fleiri hornaspørk á rað, men blivu sjáldan veruliga vandamiklir.

Í hinum endanum vóru Víkingar meira vandamiklir, tá teir søktu at okkara máli. Aftaná eitt gott kontraálop vildu Víkingar hava brotsspark, tá Jann Inga datt í brotsteignum hjá NSÍ, men floytan hjá dómaranum tagdi. Løtu seinni mundi Jann Ingi lagt Víking á odda, men Kristian Joensen stórbjargaði.

Avgerandi løtan í dystinum kom í 42. minutti, tá Víkingur kemur á odda. NSÍ-verjan missir bóltin og Víkingar fara í álop. Alt endar við, at Bárður J. Hansen kemur at standa einsamallur við aftaru stong og kann lættliga leggja Víking á odda.

Mótbrekkan hjá NSÍ var tí brøtt, tá farið varð til hálvleiks.

Víkingur byrjaði best í seinna hálvleiki og lítið bendi á, at NSÍ skuldi fáa tey bæði málini, sum skuldu til, um vit skuldu í finaluna ímóti EB/str. Heldur kendist tað meira sannlíkt, at Víkingar fóru at fáa fleiri mál, heldur enn at NSÍ fór at javna.

Ímóti endanum av dystinum kom tó spenningur í. Heðin Askham framdi tvær skiftingar, og báðir innskiftu menninir gjørdu góðan mun. Fyrst kom Magnus H. Olsen inn fyri Jann Martin Mortensen og nakað seinni bleiv álopsbogin av álvara spentur, tá Haraldur R. Højgaard kom inn fyri Andras Brixen Vágsheyg.

Ein áleypari inn fyri ein verjuleikara. Magnus var við í nógvum av atsøknunum hjá NSÍ og Haraldur gav álopspartinum hjá NSÍ ein brodd, sum ikki hevði verið at sæð til tá í dystinum.

Vit vóru nær við nakrar ferðir, m.a. var Jens Joensen nær við at javna í 77. minutti, tá hann fekk høvdið á aftaná horna. Nakað seinni vóru vit aftur nær við aftaná trunkaspæl, men inn vildi bólturin ikki.

Tá tríggir minuttir vóru eftir at leika, kom veruligur spenningur í dystin, tí tá fekk NSÍ brotsspark. Klæmint verður settur at skjóta, og hann setur bóltin trygt í netið til 1-1. Nú manglaði brádliga bert eitt mál og spenningurin var øgiligur.

Nógv varð nú satsað, og í 91. minutti var um reppið, at Klæmint sendi NSÍ í finaluna. Ein langur bóltur verður sendur fram í álopið. Haraldur vinnur luftdystin ímóti Víkingaverjuni og Klæmint kastar seg fram og fær høvdið á bóltin, men ólukkutíð fyri NSÍ, fekk Géza í Víkingamálinum vart fyri.

At NSÍ kastaði alt fram seinastu løtuna gjørdi eisini, at Víkingur fekk sínar møguleikar. Tann størsta fekk Finnur Justinussen, sum leikti ein góðan dyst, tá hann slapp at renna einsamallur ímóti NSÍ-málinum. Kristian Joensen fekk tó – við góðari hjálp frá Jens Joensen – vart fyri.

Nakað seinni floytaði Ransin N. Djurhuus fyri seinastu ferð og frøin var stór hjá teimum ljósabláu.

Sunnudagin er aftur týðandi dystur á skránni, tá formsterka AB kemur á vitjan.

Dystarfrásøgn: Helgi L. Petersen

[nggallery id=235]

Líknandi tíðindi