Tveir ymiskir hálvleikir: B68-NSÍ 3-2

NSÍ hevur fyri løtu síðani tapt 3-2 móti B68 á Toftum. Klæmint legði NSÍ á odda 1-0 og 2-0, áðrenn B68 fór í gongd.

Tað var við stórum spennigni, at viðhaldsfólk á báðum síðum sóðu fram til dystin í dag. Grannauppgerðin var væl kryddað, við tað at heili fýra av týðandi leikarunum hjá NSÍ fyri nøkrum fáum árum síðani, Einar, Jústinus, Christian Høgni og Jann Ingi, umframt venjarin Pauli, nú vóru á heimaliðinum.

B68 hevði havt eina laka byrjan við ongum stigum eftir trimum dystum, og ynskti at fáa fyrstu stigini á heimavølli í dag, meðan NSÍ hevði havt eina hampiliga byrjan og vildi byggja víðari á hana.

NSÍ byrjaði við hesum 11 inni: Kristian, Monrad, Helgi, Jens, Sjúrður, Debes, Jann Martin, Andras, Árni, Klæmint og Magnus.

Menn vóru grammir beinanvegin frá dystarbyrjan. Hesi lokaluppgerðini líkt varð ikki spælt við hondbremsuni uppi. Bæði liðini royndu seg serliga við álopum á kantunum. Hjá NSÍ var Árni sera ágangandi, meðan Remi hjá B68 var sera sjónligur.

Í 8. minutti hevði Klæmint fleiri møguleikar at leggja NSÍ á odda, tá hann fekk bóltin mitt fyri í brotsteiginum, eftir gott forarbeiði frá Árna í vinstru síðu, men har var ov tjúkt fyri.

Í 12. minutti bragdaði. Uppskriftin var tann sama. Árni legði innfyri úr vinstru síðu til Klæmint, ið skoraði við einum fløtum skoti til 0-1.

Í 16. minutti hevði B68 ein møguleika eftir innlegg úr teirra høgru, men Kristian tók bóltin, áðrenn veruligur vandi var á ferð.

Minuttin seinni sendi Klæmint eitt skot móti málinum, men tað varð beint út til horna.

Samanspælið á miðjuni hjá B68 var gott, Jann Ingi og Christian Høgni broderaðu seg ígjøgnum NSÍ-verjuna í 19. minutti, men meiri spurdist ikki burturúr.

Løtu seinni sendi Klæmint eitt innlegg úr høgru síðu, sum bleiv beint til horna. Eftir hornasparkið var komið inn fyri, skjeyt Magnus framvið málinum úr spískum vinkli.

NSÍ sat á tí mesta hendan hálvleikin. Verjan hevði hampiligt tamarhald á B68-álopinum, og álopini vóru skjót.

Í 21. minutti kom ein langur bóltur fram til Klæmint, og endin var at Debes og Jann Martin royndu seg við góðum skotum, sum tó bæði blivu blokeraði. Debes hevði eisini eitt skot útifrá í 23. minutti.

Christian Høgni rann gjøgnum NSÍ-verjuna í 27. minutti, men Kristian kom væl út. Í 34. minutti brast Kristian saman við ein B68-leikara og lá eina løtu niðri. Hann var sjónliga darvaður at hesum skaðanum restina av dystinum.

Í 37. minutti skoraði Klæmint aftur. B68 misti bóltin í uppspælinum á egnari hálvu. Árni lirkar bóltin innum B68-verjuna til Klæmint, ið langar hann í kassan til 0-2. Magnus var nær við at lobba málverjan hjá B68 í 39. minutti eftir eitt NSÍ kontraálop saman við Klæmint.

NSÍ tóktist nú at sita trygt á dystinum. Ivaleyst eru menn farnir at hugsa um temunnin í steðginum, tí í seinasta minuttinum av yvirtíðini í fyrsta hálvleiki megnaði Ndende at skora við einum høvdara inni í 5-metrinum eftir innlegg úr teirra vinstru síðu.

Sostatt var hálvleiksstøðan 2-1 til NSÍ, sum gott kundi havt fingið fleiri mál.

Eftir hálvleikin kom Rógvi inn fyri Monrad. Rógvi varð settur í álopið, meðan Magnus fór aftur á høgra bakk. Monrad hevði sínar trupulleikar við Remi í fyrra hálvleiki, og tað fekk Magnus so eisini í seinna. Jann Ingi og Christian Høgni dugdu væl at fóðra Remi við bóltum í vinstru síðu. B68 royndi seg við skoti útifrá í 48. minutti.

Jann Martin vann eitt fríspark í høgru síðu høgt uppi á B68 hálvuni í 50. minutti. Árni sendir frísparkið væl innfyri móti handaru stong. B68-málverjin bjargar, men brestir samstundis saman við Jens, ið verður meiddur, so hann má av vøllinum. Pál kom inn fyri Jens.

Í 56. minutti fær B68 brotsspark, eftir at Magnus feldi Remi í okkara høgru síðu. Jann Ingi skoraði trygt til 2-2.

Debes hevði eitt skot útifrá í 60. minutti eftir gott NSÍ-spæl mitt fyri, men annars sat ein við eini kenslu av, at B68 spældi betri og betri. Jann Ingi trekti langt inn og skjeyt í 63. minutti, og Christian Høgni sendi eitt skot dygst uppum í 66. minutti.

NSÍ var trýst so mikið, at møguleikarnir nú í stóran mun komu við kontraálopum. Klæmint royndi seg við einum skoti framvið úr høgru síðu í 76. minutti.

Í 77. minutti gav B68-trýstið aftur mál, tá Jústinus skoraði við góðum langskoti. Støðan var nú 3-2 til B68. Óli kom á vøllin fyri Klæmint.

Í 80. minutti noyddist NSÍ at bjarga á strikuni eftir B68-horna. Hóast vónirnar um at fáa nakað burturúr dystinum vóru smáar, fekk NSÍ ein seinasta møguleika, tá Árni varð feldur í B68-brotsteiginum í seinasta minutti av vanligu leiktíðini. Tíanverri tók Hans Jørgensen skotið hjá Sjúrði. Í yvirtíðini fekk Magnus ein málmøgulieka, men einki spurdist burturúr.

Samanumtikið var tað nokk rættvíst, at B68 vann dystin vegna góða spælið í seinna hálvleiki. Men hinvegin kundi NSÍ havt gjørt tað truplari fyri teir, um man hevði megnað at hildið 2-0 leiðsluna inntil hálvleik og eina løtu aftaná. NSÍ kundi eisini havt lagt seg enn meiri á odda í fyrsta hálvleiki, tá vit sótu á tí mesta.

Men nú ræður um at koma víðari. Næsta leygardag møta vit høgtflúgvandi HB við Løkin. Um spælið verður sum í fyrsta hálvleiki í dag, ber alt til. Og tað er hetta, sum má takast víðari úr hesum dystinum – um allir menn eru ágrýtnir og spæla væl, er NSÍ ført fyri at standa seg væl móti øllum feløgum í deildini.

NSÍ: Kristian, Monrad (46′ Rógvi), Helgi (liðsk.), Jens (53′ Pál), Sjúrður, Debes, Jann Martin, Andras, Árni, Klæmint (’73 Óli) og Magnus. Á bonkinum eisini: Pætur og Ari.

13′ 0-1 Klæmint A. Olsen
36′ 0-2 Klæmint A. Olsen
39′ gula Jann Ingi Petersen
39′ gula Christian Høgni Jacobsen
39′ gula Helgi L. Petersen
45′ 1-2 Ndende Adama Guéye
48′ gula Árni Frederiksberg
56′ 2-2 Jann Ingi Petersen
56′ gula Magnus H. Olsen
77′ 3-2 Justinus R. Hansen

[nggallery id=205]

Líknandi tíðindi