Haraldur dagsins maður móti ÍF

Tað vóru tveir nýggir menn og ein “nýggjur gamal”, sum endaðu ovast í atkvøðugreiðsluni um dagsins mann í 3-2 sigrinum á ÍF sunnudagin.

Saltnesmaðurin Haraldur R. Højgaard fekk flestu atkvøðurnar við 34 atkvøðum (26 %) av teimum íalt 132 givnu atkvøðunum. Haraldur varð skiftur inn móti endanum av dystinum og stríddist væl løtuna, hann var inni. Hann skoraði eisini forloysandi 2-2 málið.

Verjuleikarin Per Langgaard, sum hevur drigist við skaðar seinnu árini, stóð seg væl í miðverjuni saman við nýggja leikaranum hjá okkum Andras Brixen Vágsheyg, sum eisini skoraði til 1-0. Teir báðir fingu ávikavist 29 atkvøður (22 %) og 14 atkvøður (11 %).

Í kvøld stendur Víkingur fyri tørni í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Víkingur vann fyrra dystin 3-2 í Gøtu. Vónandi møta vit fjølment á Svangaskarði í kvøld kl. 19.

[poll id=”62″]

Líknandi tíðindi