U-17 landsliðið 3-0 tap móti Finlandi

Eftir tveir javnar og góðar dystir av føroyska liðnum, møttu vit í dag einum sera tendraðum finskum liði, ið spældi sum ein væl smurd maskina.

Skjótt spæl og høgt press gjørdu, at okkara leikarar í stóran part av fyrra hálvleiki stóðu afturi á egnari hálvu og lossaðu bóltar vekk.

Hetta høga trýstið gjørdi at føroyska spælið ongantíð kom at flóta í fyrra hálvleiki. Í flestu førum vóru bóltarnir gyppaðir langt fram á vøllin, har finnarnir stóðu klárir at taka ímóti og fáa gongd á frameftir aftur.

Tó so, okkurt álop fekk føroyska liðið og okkurt frísparkið og okkurt hornaspark vóru eisini støður, ið gjørdu føroyska liðið farligt.

Um enn trýstið var stórt á liðnum, so vístu teir enn sum áður stríðsvilja, ið rakk til ein 0-0 javnleik í hálvleikinum.

Tíðliga í seinna hálvleiki fingu finnar sítt fyrsta mál. Ein umstilling gjørdi at ein av finsku leikarunum gjørdist fríur mitt fyri, nakað uttanfyri 16-meturin, og við einum hørðum skoti heilt út við stongina løgdu teir seg á odda.

Eftir hetta fall trýstið á føroyska liðið eitt sindur. Finska liðið trekti seg eitt sindur aftur og hetta gjørdi at føroyska liðið slapp betur at spæla bólt.

Um miðjan seinna hálvleik var eisini líka við og næstan. Tí eftir eitt sindur av ping pong spæli, endaði Meinhard við at skjóta eitt skot móti málinum, sum finski málmaðurin fekk parerað beint undir yvirleggjaranum. Bólturin støkk upp í loft, men tá hann kom niðuraftur var ein finskur leikari fyrstur á bóltinum, og út til horna.

Júst sum føroyska liðið hevði reist seg aftur, og fingið meira spæl, so gjørdu vit ein stóran feil. Ein høgur bóltur ið kom inn í feltið bleiv tamdur aftur til málmannin, men temjingin var ikki góð nokk og hetta endaði við at ein finskur leikari kom í millum okkara verjuleikara og málmann og trýsti bóltin í mál.

Eitt sera óheppið mál, sum tó setti gongd á aftur finska liðið.

Bert fáar minuttir seinni skoraðu teir til 3-0 og tá var síðsta luftin kroyst úr ballónini.

Sera spell, tí spælið í hinum dystunum hevur verið gott og vit hava torað og dugað at spælt bólt.

Síðsti dysturin hjá liðnum verður leygardagin kl 11.00 á Brumdall Stadion. Tá koma Føroyar og Svøriki at spæla um 7 og 8 plássið.

Til hendan dystin hevur liðskiparin Betuel Hansen leikbann.

Liðið í dag var: Karstin Hansen – Hilmar Leon Jacobsen, Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Jóhan Waag Høgnesen (75. Min Pól Fláaberg) – Betuel Hansen, Rói Olsen (75. Min Levi Jøkladal) – Teit Jacobsen, Petur Knudsen(65. Min Ari Krosslá Poulsen), Meinhard Olsen (75. Min Heri Mohr) – Jákup Ludvig Thomsen (65. Min Jan á Høgaryggi)

Á beinkinum uttan at koma inn: Símun Jóhan Wolles og Andrias Poulsen

Líknandi tíðindi