Einki stig, men jaligar taktir í Streymnesi – EB/Streymur-NSÍ 1-0

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Dystargongd:
Flestu væntaðu ein rímuliga tryggan EB/Streyma sigur við Margáir í dag og hóast onki mál kom í fyrra hálvleiki, vóru tað teir, ið vóru spælstýrandi og komu eisini til fleiri næskar málmøguleikar, men í mun til flestu undanfarnu dystir, so høvdu okkara greiða leikliga yvirvág síðstu 20. minuttirnar av dystinum og løgdu eitt støðugt trýst á EB/Streyma liðið, sum kortini kláraði at halda tíðina út og fara við øllum stigunum.

Fyrsta veruliga vandamikla støðan uppstóð í 12. min., tá EB/Streymur hevði fríspark úr 30. metrum, sum Kristian boksaði útaftur, og í aðru atløgu skallaðu sundalagsmenn uppum. Minuttin aftaná sendi Hans Pauli til Arnbjørn, sum skallaði beint á Kristian. Forstáilsið og spælið teirra millum er ein stór avbjóðing fyri allar verjur. Í 14. minutti er aftur EB/S skot framvið. Tað var langt ímillum, at okkara vóru vandamiklir. Í 22. min. fekk Klæmint stríðst seg til eitt horna, sum onki spurdist burturúr. Í 23. min. legði Andrass ein sending innfyri, sum Klæmint ikki náddi. Í 24. min. hevði EB/S fríspark miðskeiðis fyri einar 20 metur úti. Skotið rakti múrin og fór uppum til horna. Í 33. minutti spældi Hans Pauli Arnbjørn, sum hesaferð tóktist rættiliga innarlaga staddur, púra leysan. Kristian bjargaði í fyrstu atløgu, og í aðru taklaði verjan bóltin út til hornaspark. Løtuni aftaná verður Arnbjørn aftur spældur leysur, men hesaferð verður dømt fyri rangstøðu. Í 41. min. er Klæmint ígjøgnum í vinstru síðu, men René loftar innlegginum. Í 42. min. er EB/S ígjøgnum í høgru – Arbjørn tveitti seg ímóti og skallaði uppum málið. Í 44. min. hava vit fríspark á miðjari EB/S hálvu høgrumegin. Bólturin verður spældur ímóti nærmaru stong, har Jens kemur glíðandi og verður taklaður í skotløtuni, so bólturin fer út til horna.

Sum heild var EB/S omaná í fyrra hálvleiki – spældu við sínum eyðkenda kontraspæli – og komu eisini til fleiri vandamiklar støður. Tað var væl av vindi í løtum, og EB/S spældi undan vindinum í fyrra hálvleiki, og tí kundi hugsast, at teirra sendingar innum verjuna fóru at gerast sera vandamiklar í seinna hálvleiki. Hinvegin var eisini væntandi, at okkara fingu størri leiklut undan vindinum, og serliga hornaspørkini gjørdust eisini vandamikil. Longu í 46. min. legði Magnus flatt hart hornaspark innfyri, sum EB/S fingu skallað burtur. Í 52. min. fær Klæmint stríðst seg eitt hornaspark, sum bleiv skotið afturum. Løtuna aftaná er tað EB/S sum trýstir, og í 57. min. gevur trýstið úrslit – tíverri enn einaferð kemur málið aftaná deyðbóltsstøðu. Teir høvdu horna í høgru síðu – bólturin kemur innfyri, og okkara eru ikki nóg avgjørdir við at rudda burtur, og bólturin endar ístaðin hjá einum leysum Egili á Bø til vinstru fyri málinum. Hann skeyt – Kristian fekk fótin á – men bólturin endaði kortini í málinum. 1 – 0 mundi eisini vera á eini leið í mun til leikgongdina higartil, men kortini spell, at vit so ofta missa í deyðbóltsstøðum. Tað eigur at kunna gerast betri. Eb/Streymamenn hildu á við at trýsta næstu løtuna, men so við og við koma okkara betur við. Í 15. min. vóru vit í góðari støðu. Fríspark var í høgru síðu, sum Árni legði flatt innfyri aftanfyri verjuna. René helt ikki bóltinum, sum støkk út til Pól, sum langaði til, men René tveitti seg fyri skotið. í 22. min. verður EB/S innkast úr høgru longt inn til Arnbjørn, sum skallar uppum. Løtuna aftaná eru tað okkara sum trýsta. Innlegg í tveimum umførum úr høgru til ávíkavist Klæmint og Debes í 60. og 61. min. enda við málsparki. Síðsta korterið verður Per innskiftur í verjuna, og samstundis verður Jens fluttur fram í álopið. Vit varðveita trýstið, meðan EB/S dúvar uppá kontraálop. Arbjørn var eisini um at koma ígjøgnum í 76. min., men Pál – sum stríddist væl – vann bóltin aftur inni í brotsteiginum. Í 83. min. endar gott samanspæl millum okkara við, at Jens blívur púra fríur á brotsteigarmarkinum. Hann langaði til, men tíverri fór harða skotið beint uppum, og í 84. min. legði Monrad eina sending inn til Jens, sum hesaferð skallaði uppum.

Seinastu 5. min. høvdu vit eitt ótal av vandamiklum hornaspørkum uppí slag, og vóru vit hepnir, kundu vit havt javnað hesa løtuna, m.a. einu ferðina, tá Kristian eisini var komin framvið og fekk skot á. Skotið bleiv blokkerað og í aðru atløgu bleiv skotið omanfyri. Ímóti endanum hevði EB/S eitt mótálop, sum onki spurdist burturúr, og so floytaði Petur dystin av.

Telur man málgevandi møguleikar saman fyri allan dystin, mundi úrslitið vera á eini leið, men kortini spell, tí okkara stríddust manniliga fyri at fáa útjavnandi málið, og møguleikarnir vóru til tað.

Næsti dystur verður á heimavølli ímóti B36, sum hava sigur ímóti oddaliðinum í rygginum. Tað verður uttan iva ein stór avbjóðing, men við stríðshuginum og spælinum, okkara vístu, serliga í seinna hálvleiki í dag, kunnu vit sagtans fáa stig burturúr dystinum – og fyrr ella senni fer at bragda aftur – ongin ivi um tað, livst so spyrst.

Hagtøl:
EB/Streymur – NSÍ 1 – 0 (1-0)
57’ 1 – 0 Egil á Bø

Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Andrass, Óli, Árni, Ari (64’ Debes), Magnus (74’ Per) og Klæmint.

Dómari: Petur Reinert

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók
[nggallery id=209]

Líknandi tíðindi