Klæmint A. Olsen: Hjartað er gult!

Klæmint A. Olsen og NSÍ skrivaðu herfyri undir ein nýggjan 4-ára sáttmála. Tað er ikki ofta, at so langir sáttmálar verða skrivaðir í Føroyum, men talan var ikki um eina trupla avgerð fyri liðformannin.

– Eg eri uppvaksin í felagnum, og einki er meira natúrligt fyri meg, enn at spæla við NSÍ. Mær dámar eisini sera væl leistin hjá felagnum, har felagið satsar uppá, at lokalir leikarar skulu bera liðnum. Sum liðformaður føli eg tað eisini sum mína ábyrgd at ganga á odda.

NSÍ vann sær rætt til luttøku úti í Evropa í ár, og Klæmint væntar, at NSÍ framhaldandi fær fleiri góð úrslit.

– Eg trúgvi fult og fast uppá, at leisturin, sum felagið koyrir eftir nú, kemur at geva úrslit. Vit hava góðar leikarar á øllum plássum, og ungdómurin í felagnum sær lovandi út. Vit koma at skapa góð úrslit í komandi tíðum.

Og so er tað líka eitt afturat.

– Viljin at kempa fyri tí gula hjartanum er ótroyttiligur. Saman standa vit sterk, sigur Klæmint at enda.

 

Líknandi tíðindi