Fýra av okkara á landsliðið


Brian Kerr hevur úttikið 20 leikarar til venjingardystin móti Luxembourg. Dysturin verður spældur í Luxembourg 4. juni kl. 19.

Fyri NSÍ er tað gleðiligt at síggja, at fýra av okkara spælarum eru í hópinum. Teir eru Jóhan, Einar, Jann Ingi og Christian Høgni. Vit ynskja teimum góða eydnu í vinardystinum. Saman við HB eru vit tað felagið, ið hevur flestar leikarar á landsliðinum hesaferð.

Annars sær samlaði hópurin soleiðis út:
Gunnar Nielsen, Manchester City
Meinhardt Joensen, Jákup á Borg og Christian R. Mouritsen, B36
Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Rógvi Poulsen, HB
Egil á Bø, EB/Streymur
Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen og Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Atli Gregersen og Súni Olsen, Víkingur
Bogi Løkin og Jónas Tór Næs, Frem
Atli Danielsen, Roskilde
Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg.

Líknandi tíðindi