Málverjar halda fram

Málverjarnir hjá betri kvinnum halda fram í kappingarárinum 2024.

Jonna Holm er 17 ára gomul og hevur leikt 3 dystir í betri deildini hjá kvinnum, og 19 dystir í næstbestu deildini. Jonna hevur umboða Føroyar á U17 landsliðnum.

Rannvá við Streym er 16 ára gomul og hevur leikt 7 dystir í betri deildini hjá kvinnum, og 8 dystir í næstbestu deildini. Rannvá hevur umboða Føroyar á U15, U16 og U17 landsliðunum.

Abigail Tawiah Mensah, betur kend sum Abi, kom til Føroyar í ár, og hevur leikt 19 dystir í betri deildini hjá kvinnum. Hon hevur skjótt víst seg at verði í millum bestu málverjar í Føroyum. Eitt nú er hon í uppskotið til ársins málverji í deildini í 2023.

At eitt lið hevur 3 dugnaligamálverjar, er ikki nakað man skal taka fyri givið, og eru tær allar við til at gera at vit í NSÍ hava eitt so gott venjingarumhvørvið sum vit hava.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi